Spurnakanning hjá KvF: Føroyskir tíðindaportalar mest brúktu miðlar

Um KVFTíðindi
Spurnakanning hjá KvF: Føroyskir tíðindaportalar mest brúktu miðlar
Føroyingar brúka helst føroyskar tíðindamiðlar. Hvørki útlendskar tíðindasíður ella kringvarpsrásir vinna á føroyskum tíðindaportalum og útvarpinum hjá KvF
Hjá fólki í øllum aldri er telefonin høvuðsamboðið til at fylgja við tíðindastreyminum.  
 
09-05-2025

Tá føroyingar vilja hava tíðindi, fara teir á ein av føroysku tíðindaportalunum. Tveir triðingar av føroyingum siga, at føroyskir tíðindaportalar eru høvuðskeldur til tíðindi í gerandisdegnum. Fyri 5 árum síðani skoraðu tíðindaportalarnir eisini høgt, men tá skoraði útvarpið hjá Kringvarpinum hægri. Nú er útvarpið yvirhálað av heimasíðunum.  

Spyr-kanningar í ávikavist 2020 og 2025.


Tá hugt verður eftir aldri, er greitt, at serliga ung meta føroysku tíðindaportalarnar sum sína fremstu tíðindakeldu. Yvir 80 % av teimum 18-29 ára gomlu nevna tíðindaportalarnar sum høvuðskeldur til tíðindi. Hjá teimum kemur kvf.fo (sum var við sum sjálvstøðugur valmøguleiki) á annaðplássið og útvarpið á triðjapláss. Bert ein triðingur nevnir útlendskar tíðindasíður sum høvuðstíðindakeldur hjá sær.  

Tveir triðingar av teimum, ið svara kanningini, eru dagliga á portal.fo, sambært sær sjálvum. Portal.fo er toppskorari. In.fo og kvf.fo liggja javnt og hava beint yvir helvtina av teimum spurdu á vitjan dagliga. Millum tey ungu eru tølini lægri – ein lítil helvt av teimum 18-29 ára gomlu er dagliga á portal.fo, og ein góður triðingur er dagliga á in.fo og kvf.fo. Hetta forðar tó, sum nevnt, ikki teimum ungu í at meta føroyskar tíðindaportalar sum høvuðskeldur sínar til tíðindi.  

 

Tíðindini koma gjøgnum telefonina 

Í elsta bólki, oman fyri 60 ára aldur, brúka næstan øll útvarpið dagliga. Tað ger bert ein triðingur av teimum yngstu í kanningini, tey 18-29 ára gomlu. Tó, so meta yvir 60 % av teimum ungu útvarpið sum eina høvuðskeldu til tíðindi í gerandisdegnum. Tey brúka útvarpið – men hava tað bara ikki tendrað so ofta sum tey eldru. Yvir 60 % av teimum undir 30 ár brúka útvarpið minst tríggjar dagar um vikuna.  

Tað er tó gjøgnum telefonina, at tey allarflestu, í øllum aldri, fáa síni tíðindi. Tá fólk vórðu spurd, hvørja tøkni tey í høvuðsheitum brúka til tíðindi, søgdu 88 % av teimum spurdu fartelefonina. Hjá fólki í øllum aldri er telefonin høvuðsamboðið til at fylgja við tíðindastreyminum.  

Næstan 9 av 10 føroyingum, ungum sum eldri, eru dagliga á Facebook. Hesin sosiali miðilin verður eisini mettur sum týðandi tíðindakelda av summum, men als ikki øllum sínum brúkarum. 4 av 10 nevna Facebook sum eina høvuðstíðindakeldu. Tiktok og Youtube verða ikki høgt mett sum tíðindakeldur, heldur ikki av ungum.  

Hesar kanningar hevur Spyr gjørt í februar-mars í ár fyri Kringvarp Føroya.  

 

KvF er mest álítandi  

Álitiskanningar hjá Kringvarpinum gjøgnum fleiri ár vísa, at KvF er miðilin, sum flest svara, at tey hava stórt ella rættiliga stórt álit á. Seinast, hetta varð kannað, var í 2024, tá Lóður spurdi 5.000 føroyingar. Oman fyri 70 % av hesum hópi segði seg hava stórt ella nokk so stórt álit á Kringvarpinum, og hjá yngsta aldursbólkinum var álitið allarstørst. Ongin av hinum miðlunum kom upp á sama álitistal sum KvF, men in.fo, Dimmalætting og portal.fo komu upp um 60 % í miðal. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498

Um kvf css