Flogbóltskvinnurnar venjingardystir ímóti Íslandi

Flogbóltskvinnurnar venjingardystir ímóti Íslandi
Næsta vikuskifti fer kvinnulandsliðið í flogbólti at spæla tríggjar venjingardystir ímóti Íslandi. Dystirnir vera í Kollafirði fríggja- leygar- og sunnudagin
Føroysku flogbóltskvinnurnar skulu spæla tríggjar venjingardystir ímóti Íslandi á heimavølli
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
12.05.2025 - 21:06

Føroyska landsliðið í flogbólti við kvinnum skal spæla tríggjar venjingardystir ímóti Íslandi næsta vikuskiftið. 

Bæði londini fyrireika seg til CEV Silver League, sum byrjar 30. mai og heldur fram til 15. juni, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Føroysku landsliðskvinnurnar hava vant hart saman við nýggja venjaranum, Ciro Zoratti, síðan steypafinalurnar settu punktum fyri flogbóltsárinum.

Ciro Zoratti sigur, at dystirnir ímóti Íslandi eru eitt gott høvi at royna leikætlanir í einum veruligum dysti, har spælararnir verða trýstir av einum sterkum íslendskum liði. Harumframt skulu dystirnir nýtast til at finna teir 14 spælararnar, sum skulu manna føroyska liðið til Silver League-kappingina.

Venjarin at royna 23 spælarar í teimum trimum dystunum, men bert 14 eru við til hvønn dyst. Dystirnir, sum allir verða í ítróttarhøllini í Kollafirði, verða spældir soleiðis:

Fríggjadagin 16. mai kl. 19.00
Leygardagin 17. mai kl. 14.00
Sunnudagin 18. mai kl. 14.00

Fyrsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Silver League-kappingini verður í Jelgava í Lettlandi hin 30. mai. Tann dysturin verður ímóti Lettlandi. Dagin eftir - hin 31. mai - spæla kvinnurnar ímóti Ísrael. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044