- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland róði og sjarmeraði seg í Eurovision-finaluna

Íslendsku Matthíasson-beiggjarnir í bólkinum VÆB, Hálfdán Helgi (21) og Matthías Davíð (20), vóru ikki spáddir líkinda møguleikar at syngja seg í Eurovision-finaluna við teirra fríska og sjarmerandi sangi "Róa", ið merkir at rógva.
Men VÆB tók øll á bóli og sang seg í finaluna við einari sera sannførandi og sjarmerandi framførslu, ið fekk bæði áhoyrararnir í St. Jakobshalle í Basel, men eisini fólk heima í stovunum upp at dansa - í øllum førum við føtrunum.
Nútímans sjómansvísan, har íslendsku kúllarnir nevna Føroyar, fór reint inn.
Með árar úr stáli
Sem duga í ár
Stefni á Færeyjar
Já, eg er klár
Hetta merkir:
Við árum úr stáli,
sum halda í eitt ár,
við kós móti Føroyum,
ja, eg eri klárur
Svøríki er stórfavorittur
Yvirhøvur var fyrra hálvfinalan eitt gott kvøld fyri Norðurlond. Umframt Ísland, so komu Svøríki og Noregi eisini í finaluna.
Svøríki er enn einaferð millum stórfavorittur at vinna Eurovision-sangkappingina við fangandi sanginum hjá KAJ um "Bara bada bastu", ið er ein kvøða til finsku baðstovuna.
Eisini Estland liggur eisini væl í svinginum við Tommy Cash og hansara sangi "Espresso Macchiato", ið hinvegin er ein kvøða til serliga kaffislagið.
Tey 10 londini, ið komu í finaluna, vóru:
- Noreg | Kyle Alessandro – "Lighter"
- Albania | Shkodra Elektronike – "Zjerm"
- Svøríki | KAJ – "Bara Bada Bastu"
- Ísland | VÆB – "RÓA"
- Niðurlond | Claude – "C’est La Vie"
- Pólland| Justyna Steczkowska – "GAJA"
- San Marino | Gabry Ponte – "Tutta L’Italia"
- Estland | Tommy Cash – "Espresso Macchiato"
- Portugal | NAPA – "Deslocado"
- Ukraina | Ziferblat – "Bird of Pray"
Londini, ið ruku út
- Slovenia | Klemen – "How Much Time Do We Have Left"
- Belgia | Red Sebastian – "Strobe Lights"
- Aserbadjan | Mamagama - "Run With U"
- Kroatia | Marko Bošnjak – "Poison Cake"
- Kyprus | Theo Evan – "Shh"
Tey stóru fimm, ið eru sjálvskrivaði í finaluni
- Bretland
- Spania
- Týskland
- Frakland
- Italia
- Sveis (vertsland)
Fyrra hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini kann endursíggjast á YouTube.