Vónirnar til Sissal Jóhonnu versna

Vónirnar til Sissal Jóhonnu versna
Skal ein trúgva veddingarfyritøkunum, so megnar Sissal Jóhanna úr Havn ikki at syngja Danmark í Eurovision-finaluna við sanginum "Hallucination"
Mynd: EBU/Corinne Cumming  
 
13.05.2025 - 10:41

Eurovision-luttøkan hjá Danmark hevur síðani 2019 verið ein oyðimarkargongd við einum vónbroti fyri og øðrum eftir og ongum finaluplássi. 

Vónirnar hava í fleiri umførum verið høgar til luttakararnar, eitt nú Rana "Reiley" Petersen úr Havn, sum í 2023 umboðaði Danmark við sanginum "Breaking Your Heart".

Men hvørja ferð eru vónirnar blivnar til vónbrot, tá bæði dómsnevndir og vanligir lurtarar hava vent tummilin niður til donsku sangirnar. 

 

Tiltrúgvin til "Hallucination" minkar

Í ár er tað so Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn, ið skal royna at bróta donsku Eurovision-bannsetingina við sanginum "Hallucination". 

Hóast prúði poppsangurin tykist sera væl umtóktur millum Eurovision-fjepparar, ið hava fagnað honum á sosialu miðlunum, so hava veddingarfyritøkurnar lítla tiltrúgv til "Halluciation"

Og tiltrúgvin bara minkar, so hvørt seinna hálvfinalan, ið verður hóskvøldið, nærkast. 


Mynd: EBU/Corinne Cummings

 

Beint nú verður ikki roknað við, at "Hallucination" klárar at koma í Eurovision-finaluna, sum verður send leygarkvøldið. 

Roknað verður við, at sangurin endar nummar 14 av teimum 16 sangunum í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið. Tað verður spátt "Hallucination" og Sissal Jóhonnu 41 prosent møguleika at sleppa í finaluna. 

Sí oddsini: Hetta vænta veddingarfyritøkurnar

 

Vunnið tríggjar ferðir

Danmark hevur luttikið í Eurovision-sangkappingini 52 ferðir, síðani kappingini sá dagsins ljós í 1957. 

Danmark hevur vunnið Eurovision-sangkappingini tríggjar ferðir. 

1963: "Dansevise" - Grethe & Jørgen Ingmann 
2000: "Fly On The Wings Of Love" - Brødrene Olsen
2013: "Only Teardrops" - Emmelie de Forest

 

Donsku sangirnir síðan 2014

2014: Basim - "Cliché Love Song" (9. pláss í finaluni)
2015: Anti Social Media - "The Way Your Are"
2016: Lighthouse X - "Soldiers of Love"
2017: Anja - "Where I Am" (20. pláss í finaluni)
2018: Rasmussen - "HIgher Ground" (9. pláss í finaluni)
2019: Leonora - "Love Is Forevere" (12. pláss í finaluni)
2020: Eurovision avlýst
2021: Fyr og Flamme - "Øve os på hinanden"
2022: Reddi - "The Show"
2023: Reiley - "Breaking Your Heart"
2024: Saba - "Sand"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345