Kemur ikki uppá tal at koyra ferðsluna gjøgnum bygdina

Kemur ikki uppá tal at koyra ferðsluna gjøgnum bygdina
Ferðslan skal ikki gjøgnum Sandsbygd, sigur Poul Klementsen, bóndi og bygdaráðslimur, nú tað aftur er ein opin spurningur, hvar vegaføringin til Suðuroyartunnilin skal vera
Poul Klementsen
Mynd: Savnsmynd  
 
17.05.2025 - 16:46

Sambært tí sum løgtingið skal taka støðu til mándagin, er tað enn opið, hvussu vegaføringin til Suðuroyartunnilin skal ganga. Tí verður tað upp til Tunnilsfelagið at gera av.

Sands bygdaráð hevur sagt, at ferðslan skal ikki gjøgnum bygdina, tað sigur Poul Klementsen, bóndi og bygdaráðslimur á Sandi.

 

Aksel V. Johannesen segði áðrenn lógaruppskotið fór í tingið, at vegaføringin til Suðuroyartunnilin skal avgerast samstundis sum tunnilsleiðin verður fastløgd. 

 

Tá var loysnin ein vegur á Traðarhamri.

 

Í fíggjarnevndini er hetta tó broytt, soleiðis at tað sum nú liggur í tinginum, sum skal til 3. viðgerð mánadagin er at Tunnilsfelagið skal finna eina loysn saman við kommunum um hvar atkomuvegurin skal ganga.

Tað kemur ikki uppá tal, at ferðslan verður leidd gjøgnum Sands bygd, sigur Poul Klementsen, sum heldur sær, at tunnilin skal niður norðan fyri Sands bygd:

1744034

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817