Góðar níggju milliónir til gransking

Góðar níggju milliónir til gransking
50 umsóknir komu, og søkt var um góðar 54 milliónir kr.
Granskingarráðið fekk metnógvar umsóknir hesa ferð.
 
28.05.2025 - 08:59

Níggju verkætlanir fingið stuðul til gransking, sigur Granskingarráðið.

Tær hava fingið 9,2 mió. kr.

Metnógvar umsóknir komu hesa ferð.

Tær vóru 50, 11 fleiri enn enn í fjør, og søkt var um 54,3 mió. kr.  

Fimm ph.d. verkætlanir eru millum tær níggju verkætlanirnar, sum fáa stuðul.

67 prosent av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur.

 

PISA-gransking

Størsta stuðulin, 1,7 mió. kr. fær Ingi Heinesen Højsted til Ph.d. verkætlan um at verkseta PISA gransking.

Verkætlanin eitur "ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans."

Tríggjar verkætlanir og tvær kanningar um arbeiðsmarknaðin hava eisini fingið stuðul.

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. 

Verkætlanir fingu tríggjar milliónir, sum vóru tøkar, og kanningar fingu slakar 600.000 krónur.

 

Hesi fáa stuðul

 

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Margreta Nónklett: "Samanhald gevur styrki - Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum"
Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 330.000

Ingi Heinesen Højsted: "At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans"
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildinii á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.700.000

Tróndur Møller Sandoy og Erika A. Hayfield: "Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd"
Verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 950.000 kr.

Terji Nielsen: "Gagnnýtsla av vitlíki í orkustýringarskipanini fyri at økja um virknið og minka um útlátið av koldioksidi á leiðini til 100% burðardygga elskipan"
Ph.d. verkætlan á SEV - 650.000 kr.

Karin Habermehl-Cwirzen: "Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar" 
Ph.d. verkætlan á Náttúruvisindedeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.600.000 kr.

Maria Marjunardóttir Dahl: "Kortlegging av Føroysku PMCV smittusøguni"
Ph.d. verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - 1.250.000 kr.

Katrin Hoydal: "Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina"
Verkætlan á Umhvørvisstovuni - 1.000.000 kr.

Durita Viderø Gunnarsson: "Øking av kropsligum virkni hjá innløgdum sjúklingum við talgildari interventión til sjúklingar og starvsfólk"
Ph.d. verkætlan á Heilsugranskingareindini - 1.100.000 kr.

Ulrike Steuerwald: "Genetisku orsøkirnar til idiopatiska hyperketosu í Føroyum"
Verkætlan á Heilsugranskingareindini - 600.000 kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377