Fasti gerðarrættur ger úrskurð um yvirmenn

Fasti gerðarrættur ger úrskurð um yvirmenn
Úrskurðarfundur var í Fasta gerðarrætti í gjár um eina trætu millum Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip
Fasti gerðarrættur viðger trætu um yvirmenn í frálandavinnuni (tilvildarlig mynd).
 
29.05.2025 - 10:07


Úrskurðarfundur var í Fasta gerðarrætti í gjár um eina trætu millum Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Fakfeløgini vilja hava reiðarafelagið at viðurkenna, at fyrsti ferðadagur hjá skipara ella stýrimanni 
sambært sersáttmálanum fyri størri handilsskip í frálandavinnu er dagurin eftir, at skipari ella stýrimaður er avloystur ella farin í land.

Reiðarafelagið fyri handilsskip skal viðurkenna, at tann dagurin, skipari ella stýrimaður verður avloystur ella fer í land, er arbeiðsdagur.

Hann vinnur sær tí rætt til ein frídag fyri hendan dag, siga fakfeløgini.

Fasti gerðarrættur fekk kæruritið 1. mai 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595