Kongshjúnini vitja í næstu viku

Kongshjúnini vitja í næstu viku
Fríðrikur kongur og Mary drotning vera í Føroyum frá 11. til 13. juni
Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya í næstu viku.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.06.2025 - 14:57

Skráin fyri vitjanina hjá kongshjúnum er nú almenn. 

Fríðrikur kongur og Mary drotning vitja í Føroyum 11. til 13. juni.

Mikumorgunin 11. juni leggur kongsskipið Dannebrog at á Bursatanga, og kongshjúnini vitja ymisk støð í høvuðsstaðnum, umframt at Mary drotning vitjar Glyvra skúla. Mikukvøldið er løgmaður vertur fyri kongaligan døgurða á Hotel Føroyum. 

 

Til Suðuroyar

Hósmorgunin 12. juni leggur Dannebrog at í Vági, og kongshjúnini vitja fyrst ymisk støð í Vági, eitt nú eta tey miðmála við búfólki á Hamragarði, áðrenn leiðin gongur til Fámjins og síðani Tvøroyrar. Hóskvøldið er borgarstjórin á Tvøroyri vertur fyri døgurða á á Drelnesi. 

Eftir døgurðan fara kongshjúnini umborð á Dannbrog, sum siglir tey norður til Eiðis. Har vitja tey eitt nú myndastovuna hjá listakvinnuni  Sigrun Gunnarsdóttir. 

Vitjanin í Føroyum endar við móttøku umborð á Dannebrog fríggjakvøldið 13.juni.

Skráin fyri vitjanina: 

 

Mikudagur tann 11. juni í Havn
Kl. 09.45        Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.

Kl. 10.00        Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.

Kl. 10.20        Spákað verður til Tinganes.

Kl. 10.30        Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.    

Kl. 11.05        Spákað verður til Løgtingið.

Kl. 11.15        Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.

Kl. 12.00        Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 14.20        Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt við stórum hondbóltstiltaki.

H.H. Kongur

Kl. 15.35        Kongur vitjar endurvenjingarstovnurin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

H.H. Drotning

Kl. 15.45       Drotningin vitjar Glyvra Skúli, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

Kl. 19.00       Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

Hósdagur tann 12. juni í Suðuroy (Vági, Fámjin og Tvøroyri)

Vágur

Kl. 09.45       Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.

Kl. 10.00       Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.

Kl. 10.15       Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum

Kl. 10.20       Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla

Kl. 11.00       Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.

Kl. 12.55       Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.

kl. 14.05        Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.

Fámjin

Kl. 14.30       Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.

Kl. 14.40       Kongshjúnini vitja kirkjuna.

Kl. 15.00       Spákað verður til Taravirkið, TARI

Kl. 15.40       Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.

Tvøroyri/Trongisvágur

Kl. 16.00       Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 16.50       Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.

Kl. 16.55       Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.  

Kl. 19.30       Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.

Kl. 22.20       Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði

Kl. 09.45       Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði

Kl. 10.00       Kongshjúnini koma í land.

Kl. 10.10       Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigruni Gunnarsdóttir

Kl. 11.00       Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  

Kl. 11.20       Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

Kl. 11.35       Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

Kl. 12.45       Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

Kl. 12.50       Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

Kl. 18.00       Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979