
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

- Eg fái kensluna av, at málið verður súltað, og tað skilji eg ikki, tí málið er fult upplýst.
Tað sigur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í rættarnevndini, nú løgtingið seinnapartin samtykti uppskot hjá henni um at taka uppskotið hjá Steffani Klein Poulsen, tingmanni fyri Miðflokkin, um at broyta fosturtøkulógina úr rættarnevndini aftur í tingsalin.
18 atkvøður vóru fyri at fáa málið aftur í tingsalin, og 15 vóru ímóti.
Løgtingið hevur síðani havt uppskotið til aðru viðgerð, hóast rættarnevndin einki álit hevur lagt fram til uppskotið.
Uppskotið snýr seg um at broyta galdandi fosturtøkulóg, sum kom í gildi 1. juli í ár. Skotið verður millum annað upp, at ráðgeving og umhugsanartíð skal setast sum krav, áðrenn fosturtøka kann verða framd, og at kvinnur skulu upplýsa dulnevnt, hví tær biðja um fosturtøku.
Undir viðgerðini hevur Bill Justinussen í Fólkaflokkinum mælt til at beina málið aftur í rættarnevndina.
Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannessen gjørdi við Hervør Pálsdóttir í útvarpstíðindunum:
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen