Lýggjur og vátur mai í høvuðsstaðnum

Lýggjur og vátur mai í høvuðsstaðnum
Mesti hitin í mai í ár var 16,5 og tann minsti minus 0,2 stig
Tað regnaði 113 millimetrar í Havn í mai.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2025 - 08:05

Mai var nógv lýggjari í Havn enn miðal fyri mai tey seinastu 30 árini. 

Eisini var mai vátari enn vanligt, skrivar Veðurstovan.

Miðalhitin var 8,5 stig.

Miðalhitin í mai í Havn tey seinastu 30 árini var 7,0 stig. 

Mesti hitin í mai í ár var 16,5 og tann minsti minus 0,2 stig.

 

113 millimetrar

Regnið var 113,0 millimetrar í Havn í mai.

Eins og hitin er tað talið størri enn miðal.

Miðaltalið seinastu 30 árini er 68,4 millimetrar.

Vátasti mai síðan 1873 var í 1888. Tá komu 166,4 millimetrar av regni. 

Turrasti mai síðan 1873 var í 1969. Tá var regnið bara 44 millimetrar, skrivar Veðurstovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809