Kringvarpið bjóðar út tónleikasendingina MONO

Um KVFTíðindi
Kringvarpið bjóðar út tónleikasendingina MONO
Kringvarp Føroya søkir eftir fríyrkisfólki at framleiða MONO-røðir í fimm pørtum veturin 2025/2026
Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.
 
13-06-2025

Arbeiðsheiti: Mono 

Miðil: Útvarp/KVF Ljóð 

Hvat: Tónleikasending eina ferð um vikuna í fimm pørtum í vetrarskránni 2025/2026 

Longd: 50 minuttir 

Innihald: Ymsar tónleikasjangrur ella evni 

Staðseting: Mentan, Kringvarp Føroya 

Redaktionell ábyrgd: Mentan 


Lýsing

Tónleikasending í fimm pørtum. Tú gert sjálv/-ur av, hvat evni ella sjangra verður umrøtt í røðini. Talan skal vera um upplýsandi sendingar, ið geva lurtaranum innlit og vitan um tað, sum verður miðlað. 

Lurta eftir Mono á KVF Ljóð her.


Krøv til tilboðsgeva

Greið nærri frá tí, ið tú kundi hugsað tær at lýst í sendirøðini. 


Krøv til tilboðið

Vit leggja dent á, at umsøkjarin leggur seg eftir at brúka gott føroyskt mál í sínum sendingum. 


Kringvarp Føroya kann veita: 

Upptøkuhøli 

Atgongd til savn 

Útvega tónleik 

Útgerð 

Ljóðtøkning 

Redaktør 


Løn 

Løn/samsýning verður latin sambært avtalu.


KVF tilskilar sær rættin at leggja dent á yrkisføri og veitingartrygd 

Freistin at bjóða seg fram er tann 20. august 2025.
 
Umsókn skal sendast til: utbod@kvf.fo 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325

Um kvf css