Steypakappingin: Víkingur og HB bresta saman í hálvfinalunum

Steypakappingin: Víkingur og HB bresta saman í hálvfinalunum
Víkingur og HB bresta saman í hálvfinalunum í steypakappingini við kvinnum, meðan Skála fær torføra uppgávu ímóti klaksvíkingum
Mynd: fsf.fo  
 
19.06.2025 - 16:03

Víkingur tekur ímóti HB í Sarpugerði, og KÍ, sum vitjar Skála, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar.

Sum skráin liggur nú, verða fyrru hálvfinalurnar avgreiddar mikudagin 3. septembur, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin 14. septembur, skrivar Fótbóltssambandið.

HB varpaði NSÍ, sum vann steypagullið í fjør, úr kappingini eftir longda leiktíð og brotssparkskapping við Lølin í Runavík í gjár. Víkingur, KÍ og Skála vunnu øll trygt ímóti ávíkavist B36, FC Hoyvík og 07 Vestur.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.

Tað vóru Heðin Arge og Jacoba Langgaard, sum avgreiddu lutakastið í FSF-húsinum fyrr í dag. Hjálparvenjarin hjá kvinnulandsliðnum væntar, at KÍ fer at vera ov sterkt fyri Skála. Verri er at spáa um hina hálvfinaluna.

 - Tað er ilt at siga, men kortini vænti eg, at tað fer at koppa til HB. Tær sóu gott út í dystinum í gjár, segði Jacoba Langgaard í FSF Varpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674