Senda nýggja umsókn mánadagin

Senda nýggja umsókn mánadagin
Bygdaráðið á Sandi hevði í fund í gjárskvøldi um byggisamtyktina í Klivaløkshaga. Ein nýggj umsókn verður send mánadagin, sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri
 
05.07.2025 - 14:22

Bygdaráðið á Sandi hevði í gjárskvøldið fund um byggisamtyktina í Klivaløkshaga.

Ein nýggj umsókn um at góðkenna byggisamtyktina verður send mánadagin, sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi. 

Bygdaráðið noyðist at viðgera byggisamtyktina fyri økið av nýggjum, har sum nógv umstrídda vindmyllulundin skal standa, tí Umhvørvismálaráðið vildi ikki góðkenna broytingina, sum var samtykt í 2024 á fyrsta sinni. 

Avslagið merkir, at umsóknin skal gerast av nýggjum og liggja frammi til hoyring einaferð aftrat og hetta fer at seinka allari gongdini munandi. 

Kommunan hevur søkt um stytta hoyrings- og kærufreist, og hevur fingið tað stytt til eina viku til hoyring og eina viku kærufreist við tí treyt, at  bygdaráðið kunnar allar eigarar um broytingarnar.

50 eigarar eru í økinum og bygdaráðið arbeiðir við at senda skrivliga kunning til øll.

 

Byggisamtyktirnar mugu broytast tí ætlanin er at seta sjey vindmyllur upp vestanfyri Sands bygd. Eisini er ætlanin at gera veg úr landsvegnum millum Sand og Skopun í Klivaløkshaga.

 

Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu gav fyrst í oktober í fjør loyvi til vindmyllurnar og vegin.

Umhvørvisstovan gav í februar einum felagi, sum Jóhan í Niðristovu og onnur ætla at stovna, loyvi at byggja myllurnar vestanfyri Sands bygd. 

Loyvini, sum higartil eru givin, eru treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini kunnu fáast til vegar.

 

Teirra millum eru loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu, og endalig avtala skal gerast við jarðareigararnar í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174