1.194 bjargað frá menniskjahandli

1.194 bjargað frá menniskjahandli
Eitt stórt átak hjá Europol hevur bjargað 1.194 fólkum undan menniskjahandli. 158 fólk eru handikin undir illgruna fyri at fáast við menniskjahandil
Talan var um eitt umfatandi átak millum nógvar ymiskar partar
Mynd: Europol  
 
11.07.2025 - 12:42

Eitt stórt átak hjá Europol hevur bjargað 1.194 fólkum undan menniskjahandli. 158 fólk eru handikin undir illgruna fyri at fáast við menniskjahandil.

Harumframt hevur Europol eyðmerkt onnur 205, sum eisini eru undir illgruna fyri at fáast við menniskjahandil.

Hetta kunnger Europol á heimasíðu sínari í dag.

Heimsumfevnandi átakið snúði seg um menniskjahandil, sum hevur til endamáls at brúka fólk til seksuellar tænastur, tvingilsbrotsverk og biddaragongd. Serligur dentur var lagdur á offur undir 18 ár.

Átakið vardi frá 1. til 6. juni, og tað vóru løgreglurnar í Eysturríki og Romenia, ið høvdu leiðsluna av átakinum. Danska løgreglan var eisini við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655