Yvir 2800 fólk fáa heimapart - seðlarnir koma út klokkan 10

Yvir 2800 fólk fáa heimapart - seðlarnir koma út klokkan 10
116 hval vóru í grindini, sum doyði i Tjørnuvík í gjárkvøldið
Grind í Tjørnuvík (gomul mynd).
 
21.07.2025 - 06:45

116 hval vóru í grindini, sum doyði i Tjørnuvík í gjárkvøldið.

Hon er 973 skinn.

Grindin varð funnin vestanfyri Mýling.

Hon verður býtt í drápspartar og í heimapartar.

Fólk í Eiðis kommunu, Sunda kommunu, í Kaldbak og á Sundi fáa heimapart, sigur sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen.

Talan er um góðar 2.800 heimapartar. 

23 bátar vóru í rakstrinum.

Seðlarnir koma út klokkan 10, og tað verður á kaiini á Eiði, sigur sýslumaðurin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214