Ozzy Osbourne deyður, 76 ára gamal

Ozzy Osbourne deyður, 76 ára gamal
Sangarin í legendariska tungmálmsbólkinum, Black Sabbath, Ozzy Osbourne, er deyður, 76 ára gamal. Tað eru bara tvær vikur síðani, at hann stóð á palli við Black Sabbath
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
22.07.2025 - 21:01

Í kvøld bórust tíðindini, at Ozzy Osbourne, ið var sangari í kenda tungmálmsbólkinum Black Sabbath, er deyður. 

Tað var familjan hjá Ozzy Osbourne, ið bar tíðindini á sosialu miðlunum hjá kenda tónlistamanninum. 

"Tað er við størri sorg, enn orð kunnu endurgeva, at vit mugu kunngerða, at okkara elskaði Ozzy Osbourne er deyður í morgun. Hann var saman við familjuni og umringaður av kærleika. Vit heita á øll um at virða privatlívið hjá familjuni í hesi sváru tíð."

Boðini vóru undirskrivað at konu Ozzy, Sharon, og børnunum Jack, Kelly, Aimee og Louis. 

 

Uppfunnu tungmálmstónleikin

Black Sabbath, sum varð stovnaður í Birmingham í 1968, fær í stóran mun fær heiðurin fyri at hava uppfunnið tungmálmstónleikin.

Sangir sum "Paranoid", "Iron Man" og "War Pigs" teljast millum hornasteinarnar í tungmálssjangruni.

Í 2020 kunngjørdi Ozzy Osbourne, sum í veruleikanum eitur John Michael Osbourne, at hann hevði fingið sjúkuna Parkinsons, ið gjørdi, at hann útsetti eina konsertferð. 

Í 2022 var hann lagdur undir skurð fyri ryggin.

Og tá Black Sabbath spældi sína farvæl-konsert 5. juli á Villa Park í Birminghem, orkaði Ozzy Osbourne ikki at standa uppreistur, men sat niðri og sang. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634