Heimskendi glímarin Hulk Hogan deyður, 71 ára gamal

Heimskendi glímarin Hulk Hogan deyður, 71 ára gamal
"Legendernes tid er ikki forbi," ljóðar danskt orðafelli, men í løtuni stendur orðafellið fyri hóttafalli. Nú frættist at heimskendi yrkisglímarin, Hulk Hogan, er deyður
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
24.07.2025 - 17:38

Altjóða fjølmiðlar boða nú frá, at heimskendi yrkisglímarin Hulk Hogan eisini er deyður, einans tveir dagar eftir, at Ozzy Osbourne andaðist. 

Hulk Hogan bleiv 71 ára gamal, og sum skilst, so er hann deyður av einum hjartasteðgi í heiminum í Clearwater í Floriada, USA. 

 

Heimskendur umvegis fylgissvein

Hulk Hogan, sum í veruleikanum æt Terry Bollea, byrjaði sum yrkisglímari í 1977. 

Áðrenn hann fór at glíma, var Hulk Hogan yrkistónleikari og spældi bass.

Hulk Hogna bleiv heimskendur í áttatiárunum, tá amerikonsk yrkisglíming bleiv varpað um allan heimin umvegis fylgissveinasjónvarp. 

 

 

Real American

Serliga hansara dystir við Andre The Giant til WrestleMania hjá World Wrestling Federation, WWF, eru legendariskir.

Og øll, ið minnast hesa tíðina, minnast Hulk Hogan og hansara reyðu og gulu draktir, hansara hulkamaniacs og hansara eyðkennist lag, har tað bleiv sungið: 

I am a real American
Fight for the rights of every man
I am a real American
Fight for what's right
Fight for your life

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462