Landsbankin: Sethúsaprísirnir tvífaldaðir seinastu tíggju árini

Landsbankin: Sethúsaprísirnir tvífaldaðir seinastu tíggju árini
Prísinir eru hækkaðir mest í teimum størru bygdunum, har teir eru trífaldaðir. Søluprísirnir á sethúsum eru hægri enn kostnaðurin at byggja eini hús
Søluprísirnir á sethúsum eru hægri enn kostnaðurin at byggja eini hús. (Savnsmynd)
 
24.07.2025 - 09:14

Í nærum tíggju ár eru prísirnir á sethúsum hækkaðir skjótari enn tøka inntøkan hjá føroyskum løntakarum. Prísirnir eru nærum tvífaldaðir í Havnini, í teimum smærru bygdunum í Suðuroynni og í Sandoynni. Men hinvegin eru sethúsaprísirnir trífaldaðir í teimum størru bygdunum.

Kostnaðurin at byggja og útboðið á bústøðum ásetir prísin á bústøðum í longdini.       

Um prísirnir á sethúsum verða býttir við byggikostnaðin, fæst eitt mát, sum vísir, um tað loysir seg at byggja nýggjar bústaðir. Mátið verður nevnt Tobins Q. Um mátið er størri enn 1, sum tað er, er søluprísurin hægri enn kostnaðurin at byggja nýggj sethús.

Landsbankin heldur, at henda støðan eigur at skunda undir at byggja fleiri bústaðir. 

Ein strikumynd hjá Landsbanaknum vísir, at síðani aldarskiftið hevur søluprísurin verið hægri enn byggikostnaðurin nærum øll árini. 

 

 

Ov fáir handverkarar
  
Landsbankin heldur, at ein orsøk til vantaða útboðið kann vera, at talið á handverkarum er ikki nóg stórt, eins og byggivinnan hevur víst á, at trot er á arbeiðsmegi. Haraftrat kemur, at land og kommunur eisini hava sett stórar verkætlanir í verk.   

Ein onnur orsøk er, at nærum alt byggitilfar er hækkað síðani 2021, tá koronufarsóttin tók seg upp. Haraftrat fóru renturnar at hækka árið eftir, og tann gongdin dýrkaði lánskostnaðin. 

Ein triðja orsøk til, at tað er dýrari at byggja, er byggikunngerðin, sum kom í 2017.  Kunngerðin setur fleiri krøv, eitt nú um at bjálva meira. Tað dýrkar eini hús, hóast íløgan er ein sparing í longdini.

 

 

Fólkatalið vaksið

Landsbankin vísir eisini á, at fólkatalið er vaksið heili 13 prosent seinastu 10 árini. Haraftrat kemur, at vit hava fleiri stakar uppihaldarar, sum eisini hevur havt við sær, at eftirspurningurin á bústøðum er vaksin - og tí eisini søluprísurin.

Eftir útrokningum hjá Betri Banka vanta umleið 800 bústaðir, um sama lutfallið millum tal av fólki og tal av búeindum skuldi verið tað sama í dag sum í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097