Ongar politiskar lýsingar hjá Meta í ES-londum

Ongar politiskar lýsingar hjá Meta í ES-londum
Í oktober verður tað ikki longur møguligt at lýsa við politiskum lýsingum á pallunum hjá Meta í ES-londum orsakað av nýggjari lóggávu
 
27.07.2025 - 18:26

Politiskar lýsingar verða ikki longur at síggja á Facebook og Instagram í ES-londum frá oktober at rokna.

Tað boðar eigarin av teimum báðum pallunum, Meta, frá í tíðindaskrivi.

Sambært Meta varð avgerðin tikin við støði í einari nýggjari ES-lóggávu, sum regulerar politiskar lýsingar.

ES-lóggávan snýr seg um politiskar lýsingar og er stytt TTPA. Endamálið við henni er "at stuðla undir ein væl virkandi innanhýsis marknað fyri politiskari lýsing og at stuðla einum opnum og rættvísum politiskum kjaki", stendur at lesa í samandráttinum hjá ES av reglugerðini.

Meta heldur, at krøvini í lóggávuni er hørð - við einum langan lista við skyldum til lýsingarnar hjá Meta, sum tey halda ikki kunnu røkjast nøktandi.

Sjálvt um lýsingarnar verða strikaðar í ES, heldur Meta fast um týdningin av politiskum lýsingum á netinum, stendur í tíðindaskrivinum.

Tað verður framvegis møguligt hjá politikarum at leggja út á pallarnar hjá Meta, so leingi tað ikki verður gjørt umvegis lýsingar.

Nýggja lógin um politiska lýsing í ES kemur í gildi 10. oktober í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576