Heimild at fáa uttanhýsis fígging til tjóðleikhúsið

Heimild at fáa uttanhýsis fígging til tjóðleikhúsið
Framvegis er ógreitt, hvar nýtt tjóðleikhús skal byggjast
Ætlanin var at byggja tjóðleikhús á Eystaru bryggju í Havn, men meirilutin í undanfarna býráðið samtykti í desember í fjør, at tjóðleikhús skal ikki byggjast har.
 
30.07.2025 - 15:32

Landsstýrismaðurin í mentamálum skal nú fáa heimild at útvega uttanhýsis fígging til at byggja eitt tjóðleikhús.

Í løglistanum stendur, at ætlanin er at leggja uppskot um verklags- og heimildarlog fyri løgtingið. Ætlanin er at seta eina ávísa upphædd av til verklagið - einki tal er tó nevnt - og harumframt skal landsstýrismaðurin fáa heimild at taka ímóti fígging frá útlendskum grunnum til tjóðleikhúsið.

Tað er framvegis ikki greitt, hvar tjóðleikhúsið skal byggjast. 

Á seinasta býráðsfundi hjá undanfarna býráð í Tórshavnar ommunu, 12. desember í fjør, samtykti meirilutin, at tjóðleikhúsið skal ikki byggjast á Eystaru bryggju í Havn, soleiðis sum ætlanin annars hevði verið síðstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373