Avlopskravið hjá Rúsuni verður strikað

Avlopskravið hjá Rúsuni verður strikað
Ætlanin er í staðin at broyta avgjøldini, og tað skal geva landskassanum somu inntøkur sum nú
Politiska kravið um, at Rúsdrekkasøla Landsins skal hava avlop, verður strikað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2025 - 12:15

Síðani Rúsdrekkasøla Landsins varð sett á stovn, hevur Rúsdrekkasølan havt eitt krav um avlop, sum politiska valdið hevur ásett.

Avlopið er farið í landskassan.

Tað er komið fyri, at avlopið hevur ikki verið so stórt, sum politiska skipanin hevur kravt, og tí hevur verið neyðugt við eykajáttan.

 

 

Bjarni Kárason Petersen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Stendur tað til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, sum varðar av Rúsdrekkasøluni, skal avlopskravið strikast.

Í staðin verða avgjøldini broytt, og tað skal geva landskassanum somu inntøkur sum nú.

Hoyr samrøðu við Bjarna Kárason Petersen í útvarpstíðindunum: 

 

01082025_Bjarni_og_avlopskrav

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342