SF25: 10 ting tú mást at uppliva á Summarfestivalinum

SF25: 10 ting tú mást at uppliva á Summarfestivalinum
Tað eru føroysku nøvnini, ið bera skránna á ársins Summarfestivali, saman við donsku dølgunum Nik & Jay. Her eru 10 ting, ið tú mást uppliva á Summarfestivalinum 2025
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.08.2025 - 15:00

Í ár er tað 20. ferð, at skipað verður fyri Summarfestivalinum

Tað byrjaði í brennandi sólskini ein leygardag á Vágsbø í Klaksvík í 2004, tá fyrsta útgávan av Summarfestivalinum bleiv fyriskipað í kjalavørrinum frá einari heilari viku við føroyskari hitabylgju - tað vil siga 20 hitastigum. 

Fyrsta árið vóru Ken Hensley og Boney M høvuðsnøvn, og síðani hava stór altjóða nøvn sum Roxette, Westlife, Alan Walker, Europe, The Scorpions, Cliff Richard, Mika, Ronan Keating, Melanie C, Twisted Sister, Olly Murs, Uriah Heep, Suzi Quatro og fleiri spælt á Vágsbøi.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Føroysku nøvnini bera skránna

Í ár eru tað tó í stóran mun føroysku nøvnini, ið bera skránna saman við donsku dølgunum Nik & Jay, sjálvandi. Her verður hugsað um Kári P., Brimheim, Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Swardi og onnur. 

Nevnast skal eisini, at Summarfestivalurin í ár hevur við hepni kavað djúpt og kanska funnið eina ókenda føroyska perlu til skránna, Gunnva, ið er føroysk, men er uppvaksin í Frederikshavn.

Og hugtakandi er tað at síggja, at yvirhøvur eru tað ungar, føroyskar kvinnur, ið eru tónlistarliga kryddið á ársins skrá. Ester Skála, JazzyGold, Kalas, Systrarnar á Lakjuni og áðurnevnda Gunnva. 

Tíverri spæla allar, uttan JazzyGold, á Torginum, ið er eitt slag av blindtarmi millum Vágsbø og Tjaldið og sølubúðir, og er yvirhøvur ein ikki serliga tignarligur pallur. 


Mynd: Tomas Galik / G! festival

 

Tøkuhittini hittast

Eftir tvey ár við sterkum, útlendskum høvuðsnøvnum sum Europe, Olly Murs, Faustix, Suzi Quatro, Jonah Blacksmith og Uriah Heep, ið hava spælt góðar konsertir, so kennist útlendski parturin av Summarfestival-skránni í ár soltin.

Ein fyrrverandi sangari í UB40, donsku Nik & Jay, ið hava spælt í Føroyum rættiliga ofta, og so ein eysturríkari, hvørs claim to fame er at hann hevur endurinnspælt Neil Diamond-sangin "Sweet Caroline" frá 1969 og "Hey! Baby" hjá Bruce Channel frá 1961.

Tú kanst í grundini siga, at tað eru tøkuhittini, ið hittast á Summarfestivalinum í ár. Neil Diamond eigur nevniliga eisini stóra hittið hjá UB40, "Red Red Wine", meðan Lord Creator eigur sangin "Kingston Town", og Sonny Bono frá duo'ini Sonny & Cher hevur skrivað "I've Got You Babe".

Og tað burdi ikki verið neyðugt at gera vart við, at "(I Can't Help) Falling In Love With You" hjá UB40 eisini er eitt tøkulag. 


Mynd: Ditte Mathilda Joensen / Veingir

 

Stóri, altjóða festivalurin?

Júst tí ljóðar tað eitt sindur holað, tá Summarfestivalurin í ársins festival-blaðið skrivar um seg sjálvan, at: 

"Summar Festivalurin hevur verið tann stóri, altjóða festivalurin í Føroyum, og nógv hevur verið gjørt burtur úr ljóði, ljósi og umstøðum annars. Tað hava verið upp í 10.000 fólk á onkrari konsert á festivalinum." 

Um Summarfestivalurin vil tilskriva sær sjálvum støðuna sum stóri, altjóða festivalurin í Føroyum, so skulu meira enn trý útlendsk nøvn vera á skránni hvørt ár. Men um festivalurin blívur við at tvíhalda um, at hann einans skal hava trý útlendsk nøvn á skránna hvørt ár, so má Summarfestivalurin hvørt ár borðreiða við størri og betri nøvnum í flokki við Roxette, Europe, The Scorpions og Toto.

Her kunnu nevnast kend popp- og rokknøvn sum Def Leppard, Robyn, Deep Purple, Kylie Minogue, Duran Duran, Texas, Alice Cooper, Garbage og mong onnur. Tað ber sjálvandi eisini til at bóka nýggjari nøvnum til Summarfestivalin, eitt nú enska Sam Fender, italsku Måneskin, írska Hozier, danska Andreas Oddbjerg og mong onnur. 


Finnur Justinussen / leit.fo

 

Klovningsbólkur av UB40

Aftursvarið av Vágsbøi er sjálvandi, at tað er ikki lætt at bóka altjóða bólkar til føroyskar festivalar. Tað er kostnaðarmikið, og nú hava teir fingið UB40 at spæla á Summarfestivalinum, og tað er eitt scoop

Men tann útgávan av UB40, ið kemur at spæla á Vágsbøi fríggjakvøldið, er ein klovningsbólkur úr upprunabólkinum. Gaman í, so stendur sangarin og gittarleikarin Ali Campell á odda, men upprunaligi UB40 er eisini er á konsertferð í løtuni og spælir konsert í Falls Park í Belfast í Norðurírlandi leygarkvøldið, sum UB40 featuring Ali Campell spælir á Vágsbøi fríggjakvøldið. 

Til stuttleikar kann nevnast, at nýggi sangarin í upprunaútgávuni av UB40, ið loysti Ali Campell av, eitur Robin Campbell og er beiggi Ali Campell. 

 

10 ting tú mást uppliva

Ná, men hvor om alting er, sum ein kendur maður plagar at taka til, so eru her 10 ting, ið tú eigur at uppliva á Summarfestivalinum 2025. 


Mynd: Joe Miller frá G! 2023

 

1) Brimheim

Leygarkvøldið, Vágsbøur, Kl. 01.30

Mest spennandi navnið á Summarfestival skránni í ár er uttan iva føroyska Brimheim, ið skal royna bæði at lyfta og lukka Føroya størsta pall við einum braki leygarkvøldið - ella rættari sunnumorgunin - klokkan 01.30. Tað er ikki heilt av leið at siga, at konsertin kanska er tað størsta, ið Brimheim higartil hevur spælt. Gaman í, so hevur hon spælt á Avalon-pallinum á Roskilde festivalinum, men pallurin á Vágsbøi er eitt vet størri. Spennandi verður eosomo at vita, um Brimheim fer at megna at hugfanga Summarfestival-skarðan, ið - við allari virðing - ikki beinleiðis er kendur fyri at lurta eftir gotiskum indierokki. Men givið er, at her er talan um eina ta bjartastu stjørnuna á føroyska tónleikahimmalinum, og útgávan Ratking hjá Brimheim frá 2024 vann eisini bæði eina FMA-heiðursløn fyri ársins útgávu, men bleiv eisini kosin at vera besta danska útgávan í fjør av stóra danska tónleikatíðarritinum GAFFA. Serliga sangirnir "Literally Everything" og "Brand New Women" av Ratking, og "Exquisite Bliss" av EP'ini Myself Mispelled teljast millum størstu av mongum hittunum hjá Brimheim. 

 

2) Nik & Jay

Hóskvøldið, Vágsbøur, kl. 22.00

Donsku dølgarnir Niclas Genckel Petersen og Jannik Brandt Thomsen, ið eru Nik & Jay, hava nú í yvir 20 ár hugtikið ungdómar kongaríkisins. Teir komu buldrandi inn á donsku hittlistarnar í 2003 við sangum sum "Hot", "Ryst din røv" og "Elsker hende mere" av sjálvnevndu debutplátuni. Og teir larmaðu uppaftur meira á uppfylgjandi plátuni "Nik & Jay2" við sangum sum "En dag tilbage" og "Lækker". Tað er ikki av leið at siga, at Nik & Jay áttu danska tónleikapallin í nullunum, tí hittini bóltaðu javnt og samt úr duo'ini, eitt nú "Boing", "Et sidste kys (feat. Julie) og "Endnu en". Føroyingar blivu tøldir við sanginum "Bølgerne ved Vesterhavet" frá 2011, har tónleikadrotning okkara, Eivør, luttók. Sangirnir hjá Nik & Jay hava víst seg at tola tíðarinnar náðileysu tonn, tí ættarlið eftir ættarlið av tannáringum kongaríkisins hava tikið hesar sangirnar, ið skiftivís snúgva seg um ágrýtnan ástarleik og eyman kærleika, til sín. Er tað nakað, ið nýliga kynsbúnir tannáringar skilja, so er tað júst ágrýtnan ástarleik og eyman kærleika. Men takið ikki feil. Niclas og Jannik duga at skriva poppsangir. 


Mynd: Ditte Mathilda Joensen / Veingir

 

3) Stóri blíðskapurin í Klaksvík

Allar dagarnar

Nakað, ið eyðkennir Summarfestivalin, er stóri blíðskapurin í Klaksvík. Uttan mun til, hvar tú kemur á gátt í Klaksvík á Summarfestivalinum, so verður tú uppvartaður eins og var tú komin á gátt hjá Jan Restorff, sála, í Søllerød Kro. Tað er ikki skeivt at siga, at Summarfestivalurin er ólavsøkan hjá klaksvíkingum, nú upprunaligu stevnurnar hava minst nógv av tí atdráttarmegi, ið tær høvdu, áðrenn festivalarnir gjørdu sína innrás. Og er tað nakað, ið klaksvíkingar ikki tíma, so er tað at standa aftanfyri havnarfólk, og tað merkist á Summarfestivalinum. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

4) Lena Anderssen 

Leygarkvøldið, Tjaldið, kl. 21.00

Lena Anderssen hevur stórar skógvar at fylla, tá hon í ár traðkar inn á pallin í Tjaldinum á Summarfestivalinum. Lena hevur játtað at fylla tómleikan í skránni eftir at Jóan Jakku Guttesen fór um sýn og við honum Tinganest, ið annars skuldi spæla leygarkvøldið klokkan 21. Men um nakar kann fylla tómleikan í skránni eftir Jóan Jakku Guttesen og Tinganest, so er knasandi dugnaliga Lena Anderssen, ið skjótt er klár við sínari fyrstu føroyska plátu. Fyrstu stakløgini eru útgivið, og bæði "Dugir tú at tosa føroyskt?" og "Við hetta borðið" hava hugtikið føroyingar. Men í skjáttuni hevur Lena longu seks plátur, ið allar teljast millum varðar á føroysku tónleikaleiðini. Latið ongantíð møguleikan at hoyra Lenu á palli saman við sínum frálíka bólki fara afturvið borðinum. Tað er nakað serligt.  

 

5) Gunnva

Hóskvøldið, Torgið, kl. 21.00

Songkvinnan Gunnva fer nú fyri fyrstu ferð at spæla konsert í Føroyum. Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard hevur føroysk foreldur, men er uppvaksin í Frederikshavn í Danmark. Hon hevur í nógv ár verið virkin í bólkum og sum solistur undir navninum Gunnva, og hon hevur skrivað sangir bæði til sín sjálvs og onnur. Gunnva hevur útbúgving av tónleikakonservatorium, og hon starvast í gerandisdegnum við tónleiki – sum undirvísari og tónleikari. Gunnva arbeiðir nú við fyrstu soloútgávuni, sum væntandi kemur út í heyst. Gunnva hevur eisini gjørt onkrar endurinnspælingar av kendum sangum, og eitt nú hevur innspælingin av sanginum "I Love Your Smile" yvir seks milliónir spælingar á Spotify. Hon syngur eisini onkrar væl umtóktar sangir hjá bólkinum Boilers. Tónleikurin hjá Gunnva ferðast millum folk og popp, og hon skrivar erliga um gerandisdagin, trúgv, iva og miss. Hon bjóðar við heitari rødd og  inniligum tekstum áhoyrararnum at koma heilt nær at sær sjálvari og sínum tankum. 

 

6) Swardi

Fríggjakvøldið, Vágsbøur, kl. 03.00

Hans Edward Andreasen, ið var oddamaður og sangskrivari í tiltikna rokkbólkinum The Dreams, er nú til reiðar at stíga inn aftur á føroyska tónleikapallin. Tað er í sær sjálvum altíð áhugavert, tí hvussu hevur hann ment seg tónlistarliga síðani buldruttu árini við The Dreams. Swardi, ið er eyknevnið hjá Hans Edwardi, er nú eisini navnið á nýggja bólkinum hjá Hans Edwardi, ið fevnir um Rúni Mouritsen, Leivur Vitalis og Høgni Fagraberg. Sambært skránni hjá Summarfestivalinum, so fer Swardi at spæla stóru hittini hjá The Dreams, eitt nú "La' mig være", "Backstabber" og "Verden vil bedrages", umframt at sangir hjá bólkinum glóð, har Hans Edward eisini var oddamaður, eisini vera at hoyra, eitt nú "Ferðsludráp". Hetta verður so kryddað við nýggjum sangum, eitt nú "Boomboks"

 

7) Kalas

Fríggjadagin, Torgið, kl. 19.00

Kalas er nakað so badass sum fýra klassiskt skúlaðar vinkonur, ið fullu fullkomiliga fyri fólkatónleikinum á einari fólkatónleikarastevnu í Finnlandi. Tær gjørdu ikki mætari enn at stovna Kalas í 2017, og í februar góvu tær EP-ina "Minnisgripir út". Tónleikararnir í Kalas eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordion), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass). Kalas er kul. 


Son of Fortuni er fastur fúsur á Summarfestivalinum, og tað er hann aftur í ár (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

8) Hóskvøldið

Alt hóskvøldið

Tað ber væl til at grundgeva fyri, at hóskvøldið á Summarfestival er tónlistarliga tað sterkasta kvøldið á festivalinum. Tað byrjar við Onnu Lovisu, ið spælir á Torginum klokkan 19, og so er tað bluesrokkur við Son of Fortune í Tjaldinum klokkan 20. Ókenda, men spennandi Gunnva fer á pallin á Torginum klokkan 21, áðrenn stóra brakið við Nik & Jay verður á Vágsbøi klokkan 22. Í hølunum á Nik & Jay, trínur popp-sprellimaðurin Sakaris á pallin í Tjaldinum klokkan 23.30. Og honum á baki ber til at hoyra Magna Christiansen á Torginum klokkan 00.30, áðrenn Páll Finnur Páll enda hóskvøldið á Vágsbøi klokkan 01.00. Um tú ætlar tær á Summarfestival í ár, so er eingin orsøk at bíða við at fara til fríggjakvøldið ella leygarkvøldið. Tað er hóskvøldið, tað sker. 


Mynd: Tomas Galik / G! festival
 

9) Ester Skála

Fríggjakvøldið, Torgið, kl. 20.30

Ester Skála er eitt sindur sum ein unicorn á føroyska tónleikapallinum. Leingið ivaðist mann í, um hon veruliga var til, tí hon var nógv at hoyra, men lítið at síggja. Men í ár hevur Ester Skála veruliga tikið dik á seg. Ester hevur skrivað sangir, síðani hon var 13 ára gomul, og tá hon í 2021 gav út fyrsta staklagið, fekk hon høgt flog frá fyrsta tóna. "Unicorn" vann FMA heiðursløn eftir atkvøðugreiðslu millum føroyingar. Annað staklagið, "Spotlight", var árið eftir tilnevnt til FMA heiðursløn, og síðani hevur Ester Skála eisini hittað við sanginum "Mellow Cat". Reyðhærda kvinnan við stóra og krúlluta hárinum skrivar sonevndan pink-popp við íblástri frá hyperpoppi. Tekstirnir hjá Ester eru einfaldir, men skaldsligir, ekspressionistiskir, og teir eru grundaðir á kærleikskenslur og viðgera ymiskar lívsstøður.


Mynd: Hans Pauli Strøm á Facebook

 

10) Kári P. 

Leygarkvøldið, Tjaldið, kl. 19.00,

Allar súlur falla fyrr ella seinni, og tað máttu vit føroyingar sanna, tá ein av stovnarunum av Tinganest og upphavsmonnunum til Vágasound, Jóan Jakku Guttesen, brádliga fór úr tíðini í summar. Kári P. er ein onnur av súlunum á føroyska tónleikapallinum, men hann stendur enn stúttur. Kári P. telist millum mest virdu og viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar, og hann hevur síðani seksti árini ríkað føroyska tónleikaheimin, og samfelagið annars, við sangum, útgávum og framførslum. Tíðliga í sjeyti árunum komu sangir sum "Gullkálvavalsurin", "Bláa húsið", "Heit var náttin" og "Mitt í eini meining" út á ep-útgávum hjá Debess & Petersen. Í 1978 steig Kári P fram sum solistur við tiltiknu útgávuni "Vælferðarvísur". Í 1991 kom hann við framúr útgávuni "Hinumegin Ringvegin". Kári P hevur givið okkum perlur sum "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Sálarhirðin" og "Bara tú riggar", og so hevur hann gjørt kendar norðurlendskar vísusangir sum "Öppna landskap" ("Villar víddir") hjá Ulf Lundell og "Minder ved havnen" ("Kalli Katt") hjá Niels Hausgaard til føroyska fólkaogn. Kári P. er meistarligur yrkjari og eygleiðari og hevur við veingjaðum orðum og fangandi løgum givið føroyingum eina sangperlu fyri og aðra eftir.

 

Her er øll Summarfestival-skráin: 

 

SÍ EISINI: Summarfestival-blaðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217