Ákæruvaldið kærir avgerð um leyslating til landsrættin

Ákæruvaldið kærir avgerð um leyslating til landsrættin
Í grundlógaravhoyring í vikuni kravdi ákæruvaldið, at ein útlendingur var varðhaldsfongslaður, men rætturin avgjørdi at lata mannin leysan
Føroya rættur helt ikki, at treytirnar um varðhaldsfongsling vóru loknar, og skuldsetti maðurin var tí latin leysur. Ákæruvaldið hevur nú kært avgerðina til Eystara landsrætt.
 
08.08.2025 - 11:03

Ákæruvaldið hevur kært avgerðina hjá Føroya rætti um at lata ein mann leysan til Eystara landsrætt.

Maðurin er úr Eysturevropa, og hevur verið her í umleið eitt ár. Hann hevur framt harðskap og stolið 6-7 ferðir í Føroyum.

Ákæruvaldið hevur sent skriv til miðlarnar, har sagt verður, at tey hava lagt merki til endurgevingar frá samrøðu við politiið í miðlunum, har ein persónur var var í grundlógaravhoyring mikudagin. Tað framgongur, at politiið hevur upplýst, at persónurin bleiv leyslatin, og ikki verður útvístur úr Føroyum.

Men hetta er ikki ein røtt endurgeving sambært ákæruvaldinum.

 

Varðhaldsfongsling

Ákæruvaldið skrivar, at tað, sum Føroya rættur skuldi taka støðu til mikudagin, var, um treytirnar fyri varðhaldsfongsling vóru loknar. Niðurstøðan hjá rættinum var, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling ikki vóru loknar, sjálvt um ákæruvaldið metti, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling vóru loknar.

Maðurin var tí leyslatin.

Føroya Rættur hevur ikki tikið støðu til spurningin um útvísing, tí hesin spurningur verður ikki viðgjørdur, fyrr enn málið verður høvuðsforhandlað. Tá skal Føroya Rættur taka støðu til skuldarspurningin og møguliga revsing, umframt spurningin um útvísing, skrivar ákæruvaldið.

Ákæruvaldið hevur kært avgerðina um leyslating til Eystara landsrætt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392