- Tíðindi, mentan og ítróttur
UB40: ruggandi rytmurnar fingu fólk at dansa

Teir skuldi á stóra pall á Vágsbøi klokkan 22, men fyri veður bleiv konsertin hjá UB40 ft. Ali Campell framskundað til 20.30.
Fólk høvdu fingið boðini um broyttu skránna við. Á Vágsbøi hevði heilt fitt av fólki trunkað seg saman, at lurta eftir eyðkenda raggaetónleikinum hjá UB40.
Tað var javnan at forsangarin, Ali Campell, bað fjøldina larma: "Faroe Islands give some noice!". Áheitanir hansara fingu viðhald millum áhoyrarnar.
Mesti larmurin kom tó, tá stóru altjóða hittini sum til dømis "Red Red Wine", "Food for Tought" og "Can't Help Falling in Love", rungaðu í sirminum á Vágsbøi.
Móti endanum á konsertini byrjaði at regna.
Okkara myndamaður, Bárður Lydersen, fangaði løturnar á Vágsbøi
































