Manningarfeløgini í Fasta gerðarrætt seinnapartin

Manningarfeløgini í Fasta gerðarrætt seinnapartin
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum sigur, at feløgini taka óheimilað stríðsstig, tí tey nokta limum sínum at mynstra við Galaxy
Frá fyrireikandi fundinum í Fasta gerðarrættinum í gjárkvøldið.
 
14.08.2025 - 13:10

Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið fara klokkan fýra seinnapartin í Fasta gerðarrætt at greiða frá síni søk, eftir at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur kært Skipara- og navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið fyri óheimilað stríðsstig, tí feløgni nokta limum sínum at mynstra við ferjuni Galaxy, sum skal avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini.

Fyrireikandi fundur var í Fasta gerðarrætti í gjárkvøldið, men hóast málið verður viðgjørt, er greitt, at gerðarrætturin bara fer at gera eina fyribils niðurstøðu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14082025_Fasti_gerdarraettur
 
Føroya Skipara- og navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið góðtaka ikki, at aðrar lønartreytir skulu galda fyri teirra limir umborð á avloysaraskipinum hjá Smyrli, Galaxy.

Myndir: John Johannessen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327