Bústaðir steðgar nú á við verkætlanum

Bústaðir steðgar nú á við verkætlanum
Tað er nú somikið dýrt at byggja í Føroyum, at almennu Bústaðir steðgar á við verkætlanum, sum annars skuldu farið av bakkastokki í ár. Tað er ov dýrt at byggja
- Fyribils steðga vit á vit tveimum verkætlanum, tí tað er ov dýrt at byggja, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.
 
17.08.2025 - 18:18

- Vit mugu hugsa um, hvat leiguprísurin verður, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, sum nú bara hevur tvær verkætlanir eftir at arbeiða við.

Bústaðir staðfestir tað enn einaferð í nýggjastu ársfrágreiðingini - at framvegis er stórur eftirspurningur eftir leigubústøðum:

Men meðan Jógvan Ósá í ársfrágreiðingini fyri 2024 skrivar, at vegna stóra eftirspurningin verður arbeitt við nýggjum verkætlanum, sum eftir ætlan byrja í seinnu helvt av 2025, so er veruleikin í dag ein annar. 

Prísurin er ov høgur í tveimum verkætlanum, og farið verður ikki víðari við hesum báðum verkætlanum.

 

Bara tvær verkætlanir

Nú arbeiðir Bústaðir bara við tveimum verkætlanum. At gera Eiragarð um til lestraríbúðir og eini byggiverkætlan á Argjahamri. 

Samstundis sum Bústaðir roynir at fáa ferð á íbúðarbygging á Argjahamri, og bíðar eftir at politiska ætlanin at gera Eirargarð-2 til lestaríbúðir kemur ígjøgnum teknisku og fyrisitingarligu avbjóðingarnar á vegnum - so stendur stovnurin við 44 íbúðum við Dalavegin í Havn, sum skulu seljast sum lutaíbúðir fyri harvið at útvega Bústøðum pengar til at byggja okkurt annað fyri.

Men higartil eru bara fýra seldar.

 

1758544

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523