Føroyar spæla í Gibraltar

Føroyar spæla í Gibraltar
Tað ljóðar sum ein sjálvfylgja, men manslandsliðið hjá Gibraltar hevur ikki spælt á heimavølli síðani 2021
Patrik Johannesen avgjørdi dystin móti Gibraltar á Tórsvølli
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
19.08.2025 - 12:42

Í næstum verður aftur manslandsliðsumfar. Føroyar spæla á heimavølli móti Kroatia fríggjakvøldið 5. septembur. Síðani verður farið til Gibraltar, har Føroyar spæla 8. septembur. Nú er eisini greitt, at dysturin verður í Gibraltar.

Síðani 2021 hevur Gibraltar spælt sínar heimadystir í Portugal. Tað kann illa síggjast sum ein fyrimunur fyri heimaliðið, men treytirnar til dystin móti Føroyum eru broyttar. Fótbóltssambandið í Gibraltar boðar á X frá, at UEFA nú hevur góðkent nýggja leikvøllin, Europa Point, til manslandsdystir.

Føroyar og Gibraltar eru í bólki saman við Kroatia, Kekkia og Montenegro. Bæði Kroatia og Kekkia hava longu spælt móti Gibraltar á útivølli. Teir dystirnir vóru í Faro í Portugal. Nú skulu Føroyar og Montenegro spæla á Europa Point í Gibraltar.

 

250609_FO_GIB_MAL_OK

Samandráttur frá dystinum á Tórsvølli millum Føroyar og Gibraltar

 

Føroyar vunnu dystin á Tórsvølli 2-1, eftir at gestirnir komu á odda. Landsliðið til dystirnar móti Kroatia og Gibraltar verður úttikið mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329