Fríkendur í Føroya rætti - dømdur í landsrættinum

Fríkendur í Føroya rætti - dømdur í landsrættinum
Fekk treytaleysa fongsulsrevsing fyri smugling av rúsevnum
Landsrætturin kom til aðra niðurstøðu enn Føroya rættur, sum fríkendi ákærda mannin.
 
21.08.2025 - 14:43

Landsrætturin dømdi í dag ein føroying í 40’unum eitt ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri smugling av rúsevnum. Maðurin var fríkendur í Føroya rætti í fjør, upplýsir Føroya Politi.

Ákæruvaldið skeyt dómin inn fyri landsrættin.

Maðurin var ákærdur fyri saman við tveimum øðrum at hava lagt til rættis smugling av 168 grammum av MDMA til Føroya. Maðurin skuldi sambært ákæruni taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.

Føroya Rættur metti ikki, at tað var ikki prógvað, at maðurin var partur av smuglingini, og fríkendi hann.

Hini bæði fólkini í málinum vóru dømd ávikavist eitt ár og hálvt annað ára treytaleysa fongsulsrevsing.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391