Til Føroyar at síggja Rayo Vallecano ímóti KÍ

Til Føroyar at síggja Rayo Vallecano ímóti KÍ
Rayo Vallecano-fjepparar, ið satsaðu upp á, at KÍ fór at vinna á Neman Grodno í Conference League, eru komnir til Føroyar, men í kvøld teir mugu hyggja at Rayo í sjónvarpinum
Feðgarnir Garcia á Tórsvølli, har teir ætlaðu at síggja Rayo Vallecano ímóti KÍ, men mangum brestir ætlan
Mynd: Álvaro García á X  
 
21.08.2025 - 12:39

Familjan Garcia ætlaði at hyggja at liði sínum Rayo Vallecano ímóti KÍ á Tórsvølli í Conference League í kvøld. Ístaðin mugu tey taka til takkar við at síggja Rayo ímóti Neman Grodno í sjónvarpinum úr Føroyum.

Tá tað var greitt, at spanska høvuðsstaðarfelagið skuldi spæla ímóti antin KÍ ella Neman Grodno í playoff-umfarinum, fingu Álvaro García og foreldrini, Eufemio Vicente García og María Luisa Muñoz hugskotið, og tá KÍ so vann 2-0 í fyrra dystinum ímóti hvítarussum, satsaðu tey og keyptu atgongumerkini til Føroyar, skrivar spanska tíðindablaðið, Marca.

Leingi sá út til, at alt fór at ganga upp, men síðstu løtuna misti KÍ alt. Neman Grodno skeyt tvey mál, vann til endans brotssparkskappingina og tí spælir Rayo Vallecano ímóti hvítarussum á uttanveltaðum vølli í Ungarn ístaðin fyri á Tórsvølli ímóti KÍ.

Hetta var sjálvandi eitt vónbrot hjá Garcia-familjuni, men tey trý valdu kortini at koma til Føroya, her tey hava verið síðan 10. august. Sum skilst skulu tey vitja á Djúpumýru í kvøld, har KÍ-fjepparin og ungdómsvenjarin, Høgni Luisson Poulsen, skal vísa teimum runt.

 - Tað byrjaði sum eitt vónbrot, men túrurin hevur verið super kortini, sigur Álvaro García, sum sambært Marca hevur eina Rayo Vallecano-blusu við til KÍ. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083