Pentagon forðar Ukraina at senda langtrøkkandi rakettir

Pentagon forðar Ukraina at senda langtrøkkandi rakettir
Amerikanska hernaðarhøvuðsborgin Pentagon forðar Ukraina frá at senda langtrøkkandi rakettir inn í Russland.
Pentagon
 
24.08.2025 - 10:12

Amerikanska hernaðarhøvuðsborgin Pentagon forðar Ukraina frá at senda langtrøkkandi rakettir inn í Russland. Tað skrivar Wall Street Journal. Verjumálaráið hevur hildið loyvunum at brúka hesar rakettirnar aftur, helst fyri at gera tað sannlíkari at fáa Vladimir Putin forseta at koma til samráðingarborðið at tosa um frið, skrivar blaðið. 

Í gjárkvøldið sendi Ukraina sambært danska TV2 eina dronu ímóti Kursk-kjarnorkuverksmiðjuni. 

 - Hetta er ikki bara ein krígsbrotsgerð, men ein hóttan móti kjarnorkutrygdini, og brýtur allar altjóða avtalur, skrivar guvernørurin í Kursk-landslutinum, Aleksandr Kinstein, á Telegram.

Dronan varð skotin niður, men vraklutirnir settu eld í ein transformara, skrivar guvernørurin. Ukraina hevur hvørki váttað ella avsannað dronuálopið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053