- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja um Atla Gregersen

Atli Gregersen hevur sáttmála við Víking, sum sigur, at hann skal spæla alt kappingarárið í ljósabláum. Atli Gregersen hevur eisini sáttmála við Fótbóltssambandið sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum. Í sáttmálanum við FSF er ein átekning, sum sigur, at hann skal gevast, tá leikluturin hjá Víkingi er útspældur í Evropa, ella í seinasta lagi 31. august.
Víkingur sendi í farnu viku eina áheitan til Fótbóltssambandið um at síggja burtur frá treytini í sáttmálanum við Fótbóltssambandið. Í Víkingi halda tey ikki, at tað er ein virðiligur og rættvísur endi upp á yrkisleiðina hjá Atla Gregersen.
Í B36 og HB halda tey hinvegin ikki, at tað er rætt, at hjálparvenjarin á manslandsliðnum spælir í landskappingini. Tann støðan er ikki broytt, og Fótbóltssambandið hevur ikki svarað áheitanini frá Víkingi. So í løtuni er óvist, um Atli Gregersen leygardagin spælir sín seinasta fótbóltsdyst.
Almennar samráðingar
Tað gekk ikki stillisliga fyri seg, tá nýggja landsliðsvenjaratoymið skuldi veljast. Stóra knútapunktið í samráðingunum var, at Atli Gregersen skuldi seta gaggurnar á hillina alt fyri eitt, hóast fyrireikingarnar til kappingarárið vóru væl á veg. Hetta var 43 ára gamli miðverjin, sum bleiv kosin til ársins spælara í 2024, ikki sinnaður at gera. Niðurstøðan bleiv ein semja, har Atli Gregersen spælir til 31. august. Tað váttaði landsliðsvenjarin eisini tá.
- Reint prinsipielt haldi eg ikki, tað er rætt, at hjálparvenjarin hjá landsliðnum spælir. Tað haldi eg eisini, at Atli heldur, men vit komu í eina støðu, har tað dró út. Eg skilji væl, at Atli ikki vildi svíkja Víking frá degi til dags. Vit komu til eina niðurstøðu, sum eg haldi, at vit øll kunnu liva við, segði Eyðun Klakstein tá.
Áheitan og ósemja
Mikudagin fór ein áheitan frá formanninum í Víkingi, Brandi Jacobsen, til Fótbóltssambandið um at síggja burtur frá treytini og lata Atla Gregersen spæla restina av árinum.
- Vit halda ikki, at hetta er ein virðiligur endi upp á eina so flotta yrkisleið sum ta hjá Atla Gregersen. Eg skilti ongantíð avtaluna um, at hann skuldi gevast mitt í kappingarárinum. Okkara áheitan er, at Atli Gregersen spælir restina av kappingarárinum. Tað hevur hann uppiborið, sigur Brandur Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at tilgongdin at seta Atla byrjaði, eftir at kappingarárið var farið í gongd. Tí er hetta ein serlig støða. Setanin av Atla Gregersen rakti eisini venjaratoymið hjá Víkingi, tí stutt seinni bleiv Ólavur Mikkelsen, táverandi hjálparvenjari hjá Víkingi, settur í U21-landsliðsvenjarapostin, sum Eyðun Klakstein og Atli Gregersen høvdu mannað frammanundan.
Atli Gregersen var kosin til ársins spælara, tá Víkingur vann føroyameistaraheitið í fjør (mynd: Finnur Justinussen/Leit)
- Tú skalt eisini minnast til, at vit missa tveir lyklapersónar í okkara ítróttaligu deild til Fótbóltssambandið, eftir at kappingarárið er farið í gongd. Tað hevur eisini havt sína ávirkan á Víking í ár, sigur Brandur Jacobsen.
Í B36 og HB eru tey ósamd við tankunum hjá Brandi Jacobsen. Bæði Marita Debess Magnussen, forkvinna hjá B36, og Ransin N. Djurhuus, formaður í HB, hava frá byrjan verið ímóti, at hjálparvenjarin á landsliðnum eisini kann spæla.
- B36 heldur tað ikki vera rætt, at hjálparvenjarin á landsliðnum eisini spælir í bestu deildini. Talan er um tveir ymiskar leiklutir, sum ikki eiga at verða blandaðir saman. Tað hevur verið okkara støða frá fyrsta degi, og tað er óansæð, hvør persónurin er – og tann støðan er ikki broytt, sigur Marita Debess Magnussen.
- Eg taki undir við tí, sum Marita sigur. Vit hava havt eina greiða støðu frá byrjan, og hon stendur við, sigur Ransin N. Djurhuus.
Hetta er ein støða, sum B36 og HB hava sagt frá undan kappingarárinum.
Ógreið støða
Atli Gregersen spældi ikki móti NSÍ mánakvøldið 18. august. Hetta var eftir tapið mót Linfield, og leikluturin hjá Víkingi var útspældur í Evropa. Tí vóru tað fleiri, sum settu spurningin, um Atli Gregersen longu hevði spælt sín seinasta dyst.
Sum skilst, var talan bæði um, at støðan var ógreið, og at Atli Gregersen var smáskaddur. Sunnudagin var hann aftur á vøllinum, tá Víkingur og EB/Streymur spældu javnleik í Sarpugerði. Leygardagin 30. august spælir Víkingur á Toftum móti B68.
- Beint nú veit eg einki. Eg veit, at ein áheitan er send til FSF, men eg havi einki við tað at gera. Eg virði ta avgerð, sum verður tikin, sigur Atli Gregersen sjálvur.
Tí er tað er ein møguleiki fyri, at hetta verður seinasti dysturin hjá honum. Hann hevur sambært Faroesoccer spælt 586 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi og 59 landsdystir.




























