Felagskenslan og trúfestið er viknað

Felagskenslan og trúfestið er viknað
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe. Poul og Heri hugleiddu um broytingarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini í Summarmorgni.
 
28.08.2025 - 11:04

Er allur framburður góður? Ella er vandi í hvørjari vælferð? 

Hjá teimum, sum yngri eru, man ikki vera lætt at ætla um, hvussu stórur munurin er á fótbólti nú og fyri hálvthundrað árum síðani.

Fyri fjøruti árum síðani varð spælt á grúsvøllum. Vit høvdu einki sersamband fyri fótbólt, og tí ongan limaskap í altjóða samgongunum.

Europa Cup var fyri hinar. Og landsdystir vórðu ikki spældir móti øðrum londum uttan onkur hendinga dystur móti íslendingum ella hetlendingum.

Og peningur millum felag og spælarar var eingin.

Sjónvarp og internet var ikki komið, útlendskur fótbóltur sást tí ikki uttan tá ið okkurt hissini fremmant lið hendingaferð vitjaði í Føroyum.

Nógv er tí broytt hesi árini.

Tveir, sum vóru frammarlaga í føroyskum fótbólti fyri á leið fimti árum síðani, men framvegis fylgja væl við í tí, sum fer fram í dag, siga seg kortini bara hava góð minnir frá føroyskum fótbólti í 60- og 70-árunum.

 

 

Poul Michelsen og Heri Nolsøe á vinnandi HB-liðnum í 1971. Poul næstytstur vinstrumegin í aftara raði, og Heri næstytstur høgrumegin í aftara raði.

 

 

Poul Michelsen, sum nú er 81 ár, gavst sum fótbóltsspælari í 1972. Hann gjørdist tá formaður í fótbóltsdeild ÍSF´s, og gekk undan í fyrstu royndunum at vinna Føroyum limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum.

Heri Nolsøe, sum nú er 75 ár, spældi til 1979. Hann var ein av bestu spælarum í føroyskum fótbólti í síni tíð.

 

1760069

 

Lurta eftir samrøðu við Poul Michelsen og Hera Nolsøe í Summarmorgni
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167