Víkingur hevur selt Árna Nóa Atlason

Víkingur hevur selt Árna Nóa Atlason
19 ára gamli Árni Nóa Atlason er í dag farin til Norra, har hann skal spæla við Egersund í næstbestu deildini. Hann er fimti spælarin, sum Víkingur hevur selt seinnu árini
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mynd: Víkingur  
 
28.08.2025 - 13:40

Víkingur hevur í dag selt føroyska U21-landsliðspælaran Árna Nóa Atlason til Egersund í Norra. Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, vil ikki gera so nógvar viðmerkingar til málið, men váttar at tað hava verið samráðingar.

 - Eg kann nokk vátta, at tað hava verið samráðingar við eitt annað felag. Vit úttala okkum vanliga ikki um slík viðurskifti, men í hesum førum er talan um Egersund. Tá tað er nakað nýtt, so fáa tit tað eisini at vita, sigur Brandur Jacobsen.

Rennisterki miðvallarin vann sær í fjør pláss á besta liðnum hjá Víkingi. Hann hevur í ár eisini vunnið sær pláss á liðnum hjá U21-landsliðnum, sum er farið undir nýggja undankapping. Tað hevur verið áhugi fyri honum úr Norra í eina tíð. Nú er greitt, at talan er um Egersund, sum liggur mitt í næstbestu deildini.

Sum skilst, so er Árni Nóa Atlason farin til Norra í morgun og skiftið væntast at blíva kunngjørt í kvøld, og talan er um eina leigu í fyrstu atløgu, sum síðani verður ein søla.

 

Tvær milliónir krónur inn

Hetta er triðja sølan hjá Víkingi í ár og tann fimta seinastu trý árini. Í 2023 bleiv Gunnar Vatnhamar seldur til Víking Reykjavík og Noah Hans Mneney til Bryne í Norra. Í januar í ár bleiv Géza Dávid Turi seldur til Grimsby Town. Fyrr í summar skifti Poul Kallsberg til Hillerød í Danmark.

Við søluni av Árna Nóa Atlason verður mett, at Víkingur samanlagt hevur fingið áleið einar tvær milliónir krónur fyri sølu av teimum fimm spælarunum. Tá er ikki íroknað møguligar inntøkur fyri víðari sølu. Sum skilst, so hava fleiri av sølunum eina átekning, ið tryggjar Víkingi 20 prosent av eini víðari sølu av spælaranum. Helst er prísurin fyri Árna Nóa Atlason væl lægri enn tær 650.000 krónurnar, sum Géza Dávid Turi kostaði Grimsby Town.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786