Javni: Vit mugu viðurkenna fortíðina

Javni: Vit mugu viðurkenna fortíðina
Í fleiri áratíggju vórðu fólk við breki send av landinum, tí er tað í tøkum tíma, at ein føroysk kanning verður sett í verk, heldur forkvinnan í Javna
- Ein kanning er grundarlag fyri at landsins myndugleikar kunnu taka ta ábyrgdina, sum skal til, sigur Helena Jørmundsson
 
30.08.2025 - 15:25

- Vit mugu viðurkenna hesa søguna. Vit hava ordiliga nógv fólk heima í Føroyum, men vit hava eisini ordiliga nógv fólk, sum vórðu verandi - og sum hava fingið hesa viðgerðina, sum ikki hevur verið rímilig, røtt ella virðilig.

Tað sigur forkvinnan í Javna, um tey, ið vórðu send av landinum í tíðarskeiðnum 1933 til 1980. Tí er tað í tøkum tíma, at ein føroysk kanning verður sett í verk, heldur Helena Jørmundsson. 

- Ein kanning er grundarlag fyri at landsins myndugleikar kunnu taka ta ábyrgd, sum skal til, vísir forkvinnan á. 

Frammanundan hevur Ruth Thomsen, sum er forkvinna í Megd, víst á nakað tað sama. 

- Tað er bara uppá sítt pláss, at tað verður kastað meira ljós á tað, so mann fær greiðu á, hvat í grundini hendi tá, sigur forkvinnan í Megd. 

Hoyr innslag við forkvinnunum í Megd og Javna her: 

 

1760807

 

- Altso, eg hugsi bara um øll tey - í øll hasi árini. At ímynda sær foreldrini, syskini, ommur og abbar hjá hesum børnunum, sum eru blivin send avstað einsamøll. Altso, eg sigi bara "oh my god". Soleiðis segði Ruth Thomsen, forkvinna í Megd, tá hon var í Breddanum í gjár.

Øll sendingin kann hoyrast her:  Breddin: Eiga vit at viðurkenna fortíðina og biðja um umbering?

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891