Bygningurin á Eirargarði er verdur 45 milliónir

Bygningurin á Eirargarði er verdur 45 milliónir
Bygningurin, sum er í sjey hæddum, er frá 1963, og er 2.462 fermetrar
Eirargarður 2 er umvældur og dagførdur innan so við og við, sum brúk hevur verið fyri tí. 
 
02.09.2025 - 10:49

Eirargarður 2 er verdur 45 milliónir krónur.

Tað sigur virðismeting, sum fyritøkan Meklarin gjørdi fyri Landsverk fyrst í august.

Bygningurin, sum er í sjey hæddum, er frá 1963.

Hann er 2.462 fermetrar.

Meklararnir siga í niðurstøðuni, at bygningurin stendur væl fyri nær miðbýnum í Havn og hevur sera gott útsýni yvir býin, landslagið og fjørðin.

Bygningurin er umvældur og dagførdur innan so við og við, sum brúk hevur verið fyri tí. 

Teir siga eisini, at bygningurin skal helst hava nýggjan klimaskerm, skal hann lúka nútímans krøv til orkustand 6 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098