KÍ bjargaði sær í evstu løtu

KÍ bjargaði sær í evstu løtu
Júst sum tað sá út til, at NSÍ fór við øllum, javnaði Durita Hummeland, og tí er KÍ framvegis trý stig frammanfyri runavíkingar í bestu fótbóltsdeildini við kvinnum
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
07.09.2025 - 15:57

Durita Hummeland bjargaði KÍ javnleikin ímóti NSÍ, tá hon javnaði til 2-2 í síðsta minutti av toppdystinum í Runavík í dag. 

Talan er um mál, sum kann gerast avgerandi í stríðnum um føroyameistaraheitið, tí við javnleikinum eru klaksvíkingar framvgis trý stig frammanfyri tær úr Runavík, nú bert tríggir dystir eru eftir av kappingini.

Brá Zakariasardóttir legði NSÍ framum, tá níggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, men bert 10 minuttir seinni javnaði Sólja Ernstsdóttir.

Heidi Sevdal skoraði til 2-1 fyri NSÍ, men júst tá tað sá út til, at heimaliðið hevði fingið sigurin undir land, javnaði Durita Hummeland.

Í hinum dystinum í ovara endaspælinum vann Víkingur 3-1 á HB. Sára Vang Justinussen legði útiliðið framum í fyrra hálvleiki, men Fridrikka Clementsen javnaði tríggjar minuttir eftir steðgin. Hanna Isaksen Højgaard og Arnborg Lervig avgjørdu kortini fyri gestirnar síðsta korterið.

KÍ er fremst við 52 stigum, NSÍ er nummar tvey við 49 stigum, HB liggur á 3. plássi við 34 stigum og Víkingur er nummar fýra við 31 stigum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609