Ferðafólkatalið á flogvøllinum setur framvegis met

Ferðafólkatalið á flogvøllinum setur framvegis met
Stjórin í Vága floghavn hevur vónir um, at nýggja farstøðin verður liðug um fimm ár
Ferðafólkatalið í Vágum veksur støðugt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.09.2025 - 10:24

Ferðafólkatalið á flogvøllinum setur framvegis met, og teir tríggjar summarmánaðirnar, juni, juli og august, eru 184.000 fólk komin og farin um flogvøllin.

Tað er væl meiri summarmánaðirnar undanfarin ár.

Alt árið í fjør komu og fóru 444.000 ferðafólk um flogvøllin, sum var met, og alt bendir á, at nýtt met verður sett í hesum árinum.

 

Soleiðis er ætlanin, at økið við flogvøllin fer at síggja út, tá alt arbeiðið er liðugt. (Mynd: SMJ)

 

Ætlanin var, at Vága floghavn skuldi fáa 350 milliónir kr. úr íleggingargrunninum til nýggju farstøðina, men málið var tikið aftur samstundis sum uppskotið um Suðuroyartunnilin var tikið aftur.

Suðuroyartunnilin skuldi eisini fáa 350 milliónir kr. úr íleggingargrunninum.

 

Regin I. Jakobsen.

 

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, sigur seg vóna, at tað fera at bera til at fáa fígging úr íleggingargrunninum sum ætlað, og hann væntar, at nýggja farstøðin, sum verður bygd saman verandi farstøð, kann verða liðug í 2030.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08092025_Vaga_floghavn

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025