Hetta kundi verið suðuroyarferjan

Hetta kundi verið suðuroyarferjan
Fyri einum ári síðani mælti Strandferðslan til at keypa sponsku ferjuna, Volcan de Taburiente, til suðuroyarsiglingina. Men landsstýrið fór ikki víðari við málinum
Lurtaðu politikararnir eftir Strandferðsluni, so var tað ikki Galaxy, men hetta skipið, sum nú sigldi um Suðuroyarfjørð
Mynd: ARMAS  
 
08.09.2025 - 19:00

Veðurforsøgnin segði 10 til 17 metrar um sekundið av suðri, og so gavst Galaxy at sigla um Suðuroyarfjørð fyri í dag. Men støðan kundi verið øðrvísi, tí fyri einum ári síðani hevði Strandferðslan møguleika at keypa eitt spanskt skip, sum var yngri enn Smyril, tók fleiri bilar og fleiri ferðafólk.

250908_DV_GALAXY

 

Fyri júst einum ári síðani vildi Strandferðslan sleppa at keypa hetta skipið til at hjálpa til á suðuroyarleiðini.

Spanska skipið, Volcan de Taburiente, sum tað tá æt, er á leið somu stødd sum Smyril, men gongur eitt vet skjótari. Meðan Smyril hevur pláss fyri 200 bilum, so hevur hetta skipið pláss fyri 305 bilum, og so tekur tað eisini 500 ferðafólk fleiri enn Smyril. Og skipið er eitt ár yngri enn Smyril.

Málið strandaði
Volcan de Taburiente kom tó ikki til Føroya. Strandferðslan sendi eina áheitan til landsstýrið, um sleppa at brúka 250 milliónir krónur til at keypa og umvæla skipið fyri. Men umbønin kom ikki longur enn á landsstýrisborð. Løgtingið slapp ongantíð at taka støðu.

Endin var, at Volcan de Taburiente bleiv selt til Grikkalands fyri góðar 180 milliónir krónur, og nýggi eigarin, Golden Star Ferries Shipping, segði tá í tíðindaskrivi, at hetta skipið var byrjanin av einuim nýggjum menningarstigi at knýta grisku oyggjarnar saman.

Skipið eitur nú Andros King og nýggju eigararnir eru farnir at dagføra skipið. Og suðuroyingar, teir hava fingið eitt annað griskt skip á suðuroyarleiðina. Nevniliga 46 ára gamla Galaxy.

Var ov knapt
Dennis Holm var landsstýrismaður í samferðslumálum, tá Strandferðslan bað um pengar at keypa skipið fyri. Tá segði hann, at orsøkin til, at málið ikki fór víðari, var tann, at talan var um eina stóra íløgu, sum støða skuldi takast til við stuttum skotbrái. Vit hava aftur verið í samband við Dennis Holm í dag, sum nú er tingmaður fyri Tjóðveldi. Men hann sigur seg onki hava at leggja afturat.

LES EISINI:
Ætlaðu at keypa hetta skipið

Dennis Holm: Tíðin var ov knøpp

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Sunnudag 25. januar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
203325
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106