- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlaðu at keypa hetta skipið
Hesin skuldi vera starvsbróðurin hjá Smyrli á suðuroyarleiðini. Tað ætlaði Strandferðslan. Volcan de Taburiente er, eins og Smyril, bygdur í Spania. Hann er tó eitt ár yngri enn Smyril. Smyril er bygdur í 2005, og hetta skipið í 2006.
Volcan de Taburiente er á leið somu stødd sum Smyril. Tó gongur hann eitt vet skjótari og tekur nógv fleiri bilar. Meðan Smyril hevur pláss fyri 200 bilum, so hevur Volcan de Taburiente pláss fyri 305 bilum, og so tekur hann eisini eini 500 ferðafólk fleiri enn Smyril.
Skipið hevur siglt á opnum havi í Atlantshavinum, tó longur suðuri enn hjá okkum. Tað hevur verið í fastari rutu millum canarisku oyggjarnar - millum Los Christianos á Tenerifa, San Sebastian de la Gomera og Porto de la Estaca. Túrar, sum eru væl drúgvari enn túrurin um Suðuroyarfjørð.
Føroysku myndugleikarnir vóru tó ov seinir á sjóvarfallinum. Málið um at keypa Volcan de Taburiente kom ikki longur enn á landsstýrisborð, tá Strandferðslan mælti til at fáa 250 milliónir krónur at keypa skipið og umvæla tað fyri. Løgtingið slapp ongantíð at taka støðu.
Nú er skipið selt til Grikkalands fyri góðar 180 milliónir krónur, og nýggi eigarin, Golden Star Ferries Shipping, sigur í tíðindaskrivi, at skipið er byrjanin av einum nýggjum menningarstigi at knýta griksku oyggjarnar saman.
Smyril, hann er troyttur. Tað sóu vit aftur fríggjadagin, tá hann varð lagdur, tí hol var í botninum. Og hetta fer at halda fram, tí tað slítur so nógv at leggja at fleiri ferðir um dagin.
Tunnil ella ei, so orkar Smyril ikki 10 ár afturat. Tað gjørdi skiparin greitt longu fyri tveimum árum síðani.
Tað bar ikki til hjá Dennisi Holm at vera við til samrøðu í kvøld. Men hann sigur, at tað framvegis verður arbeitt við eini loysn á suðuroyarleiðini.