Dennis Holm: Tíðin var ov knøpp at keypa ferju

Dennis Holm: Tíðin var ov knøpp at keypa ferju
Tað var ikki ráðiligt at keypa sponsku ferjuna uppá so stutta tíð. Men neyðugt verður at keypa eina ferju afturat til suðuroyarleiðina. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
10.09.2024 - 19:25

Dennis Holm, landsstýrismaður, vildi ikki koma í politiskt ódnarveður av einum ov bráðum keypi. Tí valdi hann at steðga ætlanini hjá Strandferðsluni, um at keypa sponsku ferjuna, Volcan de taburiente til suðuroyarsiglingina.

Og politisku undirtøkuni valdi Dennis Holm at lata vera við at royna eftir.

Tað var eisini Dennis Holm, sum tók endaligu avgerðina, um at íslendska avloysaraskipið, Herjólfur, skuldi takast av Suðuroyarleiðini.

Men Smyril er kortini troyttur og slitin. Tað hjálpir ongin bíleggingarskipan uppá, og tí upplivdu vit fríggjadagin, at Smyril lá, tí hol var í botninum.

Bjarni Hammer, timgmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava politisku skipanina at taka eina prinsipiella støðu, um at eitt eyka skip skal kunna keypast. Hesum tekur Dennis Holm undir við.

Og tað verður talan um at keypa, heldur enn at leiga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858