Morðið á Charlie Kirk í umferð á netinum

Morðið á Charlie Kirk í umferð á netinum
Daisy Iversen, ráðgevi hjá SSP, sigur, at støðan er einki øðrvísi í Føroyum
Charlie Kirk varð skotin, meðan hann var á einum kjakfundi í statinum Utah mikudagin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.09.2025 - 09:13

Ógvusligar sjónbandaupptøkur av drápinum á konservativa aktivistin og politiska ávirkaran, Charlie Kirk, eru í umferð á netinum.

Í gjár ávaraði felagsskapurin Børns Vilkår um, at fleiri børn og ung í Danmark hava sæð upptøkurnar á sosiala miðlinum TikTok.

- Støðan er einki øðrvísi í Føroyum, sigur Daisy Iversen, ráðgevi hjá SSP.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12092025_TikTok_og_Daisy

 

SSP er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið.

Higartil hevur eingin vent sær til "Tú og Eg-ráðgevingina" hjá Barnabata um hetta evnið, sigur Barnabati.

Henda ráðgevingin, sum er til børn og ung, er ein ókeypis.

Hon hevur telefonnummar: 116 111

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531