Fleiri enn 110.000 mótmæltu í London

Fleiri enn 110.000 mótmæltu í London
Fleiri enn 110.000 mótmæltu í London í gjár í høgrevendari mótmælisgongu. 26 løgreglufólk vórðu løstað. 26 mótmælisfólk vórðu tikin í varhald.
Mótmælisfólk í London
Mynd: Carlos Jasso/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.09.2025 - 18:29

Fleiri enn 110.000 vóru savnað í miðbýnum í London í gjár, til tað, ið verður lýst sum størsta mótmælisgongan, ið høgravendir bólkar hava skipað fyri í Stórabretlandi í áratíggju. Tað skrivar SVT. Løgreglan í London boðar frá, at 26 løgreglufólk vórðu løstað, av teimum 4 álvarsliga. 25 fólk vórðu tikin í varhald. 

Tommy Robinson, stovnari av høgraradikala bólkinum English Defence League ella EDL, skipaði fyri mótmælisgonguni til frama fyri talufrælsi og einum “sameindum kongsveldi” Sambært NRK bóru mótmælisfólkini millum annað flaggið hjá Stóra Bretlandi, Union Jack, og tað hvítreyðaflaggið, St George kross, sum umboðar England. 

Umframt tey 110.000 - 150.000 mótmælisfólkini, sum løgreglan metir vóru til staðar, fylgdu eisini 3 milliónir fólk við á stroyming á vanganum hjá Tommy Robinson á sosialum miðlum. Tað skrivar SVT. Eini 5000 fólk vóru á staðnum fyri at mótmæla móti mótmælisgonguni, sum Tommy Robinson hevði skipað fyri, sigur løgreglan í London. 1600 løgreglu fólk vóru til staðar við mótmælisgongurnar. 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sigur í skrivligari viðmerking við bretska blaðið, The Guardian, at Bretland fer aldrin at geva seg yvir fyri mótmælisfólkum ytst á høgravonginum, sum brúka enska flaggið til harðskap og at leypa ótta á onnur. "Fólk hava rætt til friðarlig mótmæli. Tað er ein grundleggjandi partur av virðunum í okkara landi. Men vit fara ikki at góðtaka álop á løgreglufólk, sum gera sítt arbeiði, ella at fólk kenna seg hótt á gøtunum vegna uppruna ella húðarlit." sigur Keir Starmer við The Guardian

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162