- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brellbiti: Hesar dokumentararnar sendir sjónvarpið í heyst

Set kross í kalendaran 2. oktober.
Tá fer fyrsti hóskvøldsdokumentarurin á sjónvarpsskíggjan. Hann snýr seg um Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen og hennara ferð í summar til Basel, har Eurovision varð hildið.
Síðani kom sendingarnar sum perlur á snóri hvørt hóskvøld í heyst.
Úr rúgvuni kunnu nevnast nýggir partar av Mett fyri minni og Heim kæra heim.
Harumframt leggur dokumentartoymið seinastu hond á portrettsendingar um skaldið Christian Matras, kokkin Poul Andrias Ziska og frisørin Ann Leivsgarð
Eisini kann nevnast ein sending um kvinnur, sum doyðu í barsilssong og ein sending um nógv umrøddu føroysku troyggjuna, sum varð funnin í eini goymslu í Onglandi.
Her er eitt samankók av nøkrum av dokumentarunum:















