Dýrari at fáa viðgerð í Sjúkrahúsverkinum

Dýrari at fáa viðgerð í Sjúkrahúsverkinum
Gjaldið fyri viðgerð á intensivu deild hækkar 2.900 kr., upp í 32.000 kr., um samdøgrið
Gjøldini vera prístalsviðgjørd hvørt ár. Gjøldini hava verið tey somu í tíggju ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.09.2025 - 08:04

Á nýggjárinum verður dýrari hjá teimum, sum ikki hava rætt til ókeypis viðgerð í Sjúkrahúsverkinum, at fáa viðgerð har.

Gjaldið fyri viðgerð á intensivu deild hækkar 2.900 kr., upp í 32.000 kr., um samdøgrið.

Gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum samsvarar við útreiðslurnar, tó í minsta lagi 2.000 kr.

Tað er nú 1.800 kr.

Og fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar og onnur verður ómaksgjaldið 9.500 kr. Tað er 6.000 kr.

Gjøldini vera prístalsviðgjørd hvørt ár.

Gjøldini hava verið tey somu í tíggju ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891