Hans Enoksen er deyður

Hans Enoksen er deyður
Hann var landsstýrisformaður í fleiri ár, men í 2014 fór Hans Enoksen úr Siumut og stovnaði Naleraq
Hans Enoksen var 69 ára gamal, nú hann andaðist.
Mynd: KNR  
 
18.09.2025 - 13:33

Grønlendski politikarin, Hans Enoksen, er deyður, 69 ára gamal.

Hans Enoksen hevði ein drúgva, politiska yrkisleið. Hann sat í grønlendska landstinginum, Inatsisartut, í 30 ár.

Eitt stutt tíðarskeið eftir aldarskiftið var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum, áðrenn hann í 2002 bleiv landsstýrisformaður. Sum formaður fyri Siumut-flokkin stóð hann á odda fyri grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, árini frá 2002 til 2009. 

 

Stovnaði egnan flokk

Í 2014 fór hann úr Siumut og stovnaði sín egna flokk, Naleraq.

Í 2018 bleiv Hans Enoksen valdur til formann fyri grønlendska landstingið, Inatsisartut. 

Hann stóð á odda fyri Naleraq-flokkinum til 2022, tá hann læt formanssessin víðari til Pele Broberg.

Hans Enoksen stillaði uppaftur á valinum í mars í ár, tá Naleraq fekk sítt besta val higartil við átta tinglimum. Hans Enoksen bleiv tá afturvaldur.

Sambært blaðnum Sermitsiaq var heilsan hjá Hans Enoksen farin at bila, og hann varð innlagdur á Dronning Ingrid Hospital í Nuuk, nú hann andaðist, 69 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098