Vil hava føroyingar til háskúla í Lofoten

Vil hava føroyingar til háskúla í Lofoten
Tinna Dianudóttir Hentze er lærari á háskúla í Lofoten. Hon kundi hugsað sær at sæð fleiri føroyingar á skúlanum.
 
29.09.2025 - 10:17

Lofoten Folkehøgskole er ein háskúli í norður Noregi, sum bjóðar eitt breitt úrval av linjum innan útilív: alt fra fjallgongu, surfing, klintring og kajakk.

Á skúlanum eru flestu næmingar úr Noregi, Svøríki og Danmark, men ein lærari er føroyingur.

Tinna Dianudóttir Hentze úr Havn hevur undirvíst á skúlanum í eitt ár. Hon undirvísir í fakinum "surf og brett", har tey surfa og standa á skíðifjøl. Hon heldur, at skúlin er ein góður møguleiki fyri ung at fáa serstakar upplivingar og ikki minst, at mennast sum persónur.

Hoyr alla samrøðuna, sum Tinna gjørdi við morgunsendingina her:

1766218

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392