Fjallmenninir hava tað eftir umstøðunum gott

Fjallmenninir hava tað eftir umstøðunum gott
Menninir, sum vóru veðurfastir í Miðvágsurð, lógu í fjøruni millum nakrar steinar í nátt fyri at halda hitanum, tí einki var at kroka í
Fyrrapartin setti tyrlan seg á flogvøllinum við fjallmonnunum, sum vóru veðurfastir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.10.2025 - 12:55

Klokkan trý korter til tíggju fyrrapartin settu tyrlan hjá Atlantsflogi seg á flogvøllinum í Vágum.

Við vóru teir fimm fjallmenninir, sum í nátt hava verið veðurfastir í Miðvágsurð, millum Slættanes og Víkar.

Ein teirra, sum var við, men sum ikki heldur seg til at gera samrøðu við Kringvarpið nú, sigur, at hóast teir vóru bæði kaldir og vátir, var ongantíð beinleiðis vandi á ferð.

- Vit hava ikki sovið í nátt, men lógu í fjøruni millum nakrar steinar fyri at halda hitanum, tí einki var at kroka í.

 

Vóru eftir seyði

Teir fimm menninir vóru eftir seyði í gjárkvøldið.

Men tá teir skuldu fara haðani, var veðrið versnað so nógv, at teir sluppu ikki í bátin.

- Tað gekk illa at fáa hendur á seyðinum. So tað seint, og mykrur kom á.  Tá veðrið so eisini versnaði, vildu vit ikki taka nøkur óráð fyri og fara í bátin, sigur fjallmaðurin, sum vit hava tosað við.

 

Hava tað gott eftir umstøðunum

- Vit vóru ikki beinleiðis bangnir, men tyrlan kom ikki í gjárkvøldið, og vit stúrdu fyri, at hon heldur ikki fór at koma eftir okkum í dag, sigur hann.

Maðurin bar seg undan at gera samrøðu, men sigur, at teir allir hava tað gott eftir umstøðunum.

Veðrið var so ófantaligt, at tyrlan ikki fekk tikið menninar, men teir fingu mat og klæði og sendara frá Rescue Sverra í gjárkvøldið.

Har er so bratt, at ikki er gangandi upp á slætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266