Verður sendur aftur til Edinburg

Verður sendur aftur til Edinburg
Útlendskur ferðamaður hevði ikki neyðuga loyvi at sleppa til Føroya
Maðurin kom við flogfarinum úr Edinburg, men hann sleppur ikki heimaftur fyrr enn hósdagin.
 
14.10.2025 - 08:13

Ein ferðamaður, sum kom við flogfari úr Edinburg í gjár, hevði ikki neyðuga loyvið at sleppa til Føroya.

Hann verður sendur aftur til Edinburg. Men hann sleppur ikki hagar fyrr enn hósdagin.

So hann sleppur at vera í Føroyum til tá.

Men politiið hevur tikið passið frá honum.

Hann er tó ikki handtikin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792