Amerikanski varaforsetin í Ísrael

Amerikanski varaforsetin í Ísrael
J. D. Vance fer at hitta Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, og ísrealska forsetan, Isak Herzog, í morgin
J. D. Vance og kona hansara, Usha, er komin til Ísraels á vitjan.
Mynd: Pool/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2025 - 15:09

Amerikanska varaforsetin, J. D. Vance, er komin til Ísraels á vitjan. 

Hann fer væntandi at hitta ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og ísrealska forsetan, Isak Herzog, í morgin, skrivar The Guardian.

Vance fer á vitjanini at umrøða vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas, og hann fer væntandi at leggja trýst á Benjamin Netanyahu at byrja samráðingar um langtíðarætlanir fyri einum varandi enda á krígnum í Gasa.

Amerikanski varaforsetin fer væntandi eisini at hitta ovastu amerikansku sendimenninar í Miðeystri og hernaðarserfrøðingar, sum hava eftirlit við vápnahvíldini.

 

Neyðhjálp kemur ikki fram

Amerikanski varaforsetin kemur til Ísraels, samstundis sum partur av neyðhjálpini, sum lovað varð, framvegis ikki er komin til fólkið í Gasa, sambært myndugleikum í Gasa, skrivar the Guardian.

986 lastbilar eru komnir inn í Gasageiran, síðan vápnahvíldin kom í gildi fyri góðari viku síðani, av teimum 6.600 lastbilunum, sum skuldu vera komnir í gjárkvøldið, skriva myndugleikarnir í Gasa á Telegram.

Ætlanin var, at 600 lastbilar av neyðhjálp skuldu koma inn hvønn, men tað talið minni enn 90, sambært myndugleikum í Gasa, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373