Triði hvør fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum

Triði hvør fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum
Krabbameinsfelagið vil hava strangari tiltøk, sum avmarka tubbaksnýtsluna
Durita Tausen er forkvinna í Krabbameinsfelagnum.
 
21.10.2025 - 08:19

- Endamálið er, at vit als ikki skulu selja hetta eitrið, sum tubbak og snús eru.

Tað sigur forkvinnan í Krabbameinsfelagnum, Durita Tausen, sum mælir til átøk.

Triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum, og krabbamein er tann sjúkan, sum krevur flest menniskjalív í Føroyum.

Størsta orsøkin til krabbamein er tubbak, og tí ber til at fyribyrgja sjúkuni við at minka um nýtsluna av tubbaksvørum.

Tað skrivar Krabbameinsfelagið í opnum brævi til øll løgtingsfólk, og mælir samstundis til fleiri og sterkari politisk átøk.

- Føroyingar roykja illa samanborið við grannar okkara, og tíðin er komin at seta nýggjar lógir í verk til at tryggja tað roykfría umhvørvið, sigur hon:

 

21102025_Durita_1


Krabbameinsfelagið mælir til fleiri og sterkari átøk móti tubbaki og snúsi:

 

21102025_Durita_2


 
 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232